Tá avtornaði vann Simiut við 34.3% av stemmunum, men gekk sera nógv aftur, heilið 8.5%. IA gekk eisini aftur, men ikki so nógv sum Simiut og nú eru bert 1.1% ímillum flokkarnar.
Stóri sigursharrin á valinum gjørdist Partii Narag, sum bleiv stovnað í januar í ár og er tað fyrrverandi landsstýrisformaðurin Hans Enoksen, sum vendi Simiut baki og sum nú kann feira, at hansara flokkur kom inn við heilið 11.6% av atkvøðunum.
SáH