Á fundinum umrøddu tey millum annað avmarkingarnar í uttanríkispolitisku lógini, sum landsstýrið vil beina burtur, so at Føroyar í størri mun kunnu røkja síni áhugamál úti í heimi.
“Eg gjørdi vart við, at skiftandi landsstýri ferð eftir ferð hava víst á tørvin at broyta uttanríkispolitisku lógina, men at tað gongur seint at fáa framt hesar broytingarnar. Okkara mál er enn sum áður at vinna Føroyum størri uttanríkispolitiskt rásarúm á økjum, vit sjálvi hava ábyrgdina av. Okkara uttanríkispolitisku áhugamál eru ikki altíð tey somu, sum Danmark hevur, tí millum annað ræðið á handils- og fiskivinnupolitikkinum er flutt til ES. Tað er einaferð so, at vit í Føroyum best umboða okkara áhugamál úti í heimi", sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Løgmansskrivstovan