Gott samstarv millum skúla, dagstovn og foreldur er fyritreyt fyri einum góðum úrsliti í stríðnum móti lúsaspjaðingini, og nú tað stundar til almenna lúsadagin, sum er ásettur at vera 31. januar, heita vit á øll foreldur um at kemba tykkara børnum vikuskiftið 30. - 31. januar 2016.
Henda áheitan er frá øllum dagstovnum og skúlanum í Klaksvíkar Kommunu. Klikk her: "Vegleiðing frá Apotekinum at sleppa av við lús"
Kelda: www.klaksvik.fo
SáH