NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Løgreglan biður fólk ansa sær

26/12/2016

Comments

 
Billede
Løgreglan biður fólk ansa sær, um tey hætta sær út at koyra í dag - tí enn er vindferðin 20 - 25 m/s og sum kunnugt, so fúka nógvir leysir lutir á vegnum ...

Vindurin fer at minkað nógv, veit Theyr.tv at siga frá á teirra heimasíðu - men tað verður ikki fyrr enn eftir døgurðatíð.

JáH (y) 26.12.2016

Comments

Yvir 300 skaðar eru fráboðaðir higartil

25/12/2016

Comments

 
Billede
Løgreglan segði við ÚF ígjár, at yvir 300 skaðar eru fráboðaðir higartil, men tey rokna við, at tað fer at vera dupult so nógv, tá ið fólkini fara at kannað sær runt um húsini - tá vindurin er við at hasa av.

Í Kambsdali fór tekjan hjá KJ Hydralik og í Klaksvík fór tekjan hjá Húsarhaldsskúlanum eisini, umframt at bilar eru farnir sendandi upp í luftina.

Í Haraldsundi fór ein 40 fóts containari sendandi upp í luftina og endaði á Leitisvegnum, har tað í Kollafirði eru fleiri containara (umframt bilar) eru endaðir á sjónum. Tað eru fleiri aðrastaðnis kring Føroya land, at tekjur eru rivnar og hjallar o.a. eru farnar sín veg. Fleiri vilja annars vera við, at henda ódnin saktans kann samanberast við Jólaódnina, sum vit høvdu í 1988 - har báðar tilfelags hava havt yvir 900 Hp (Henda 950 Hp og tann í 1988 hevði 934 Hp).

Sjá sendingina hjá KVF Jólaódnin, við at trýsta HER

JáH (y) 26.12.2016

Comments

​Ódnin Urd var sera hørð, 75.8 m/s og tað er 272,88 km/t

25/12/2016

Comments

 
Billede
Danmark veðrið skrivar um ódnina Urd, at hon hevur verið ein tann harðasta ódnin, sum hevur rakt Føroya land nakrantíð.

Ódnin Tollamessudag og jólaaftan var hørð, men Urd var enn harðari, har fleiri hús fóru og bilar fuku um oyrini á fólkum í Klaksvík.

Danmark Vejret hevur brúkt myndirnar frá Norðoya Portalinum, sum Miroslava Klein hevur tikið og hetta skrivar teir um hættisligu støðuna í Klaksvík: 
Her er et billeder taget i den færøske by Klaskvik, hvor Miroslava Klein har taget et billeder af en væltet bil, som er blevet bragt i en artikel hos Nordportal.net. Ifølge mediet er der sket over 300 materielle skader i byen, og på Danmarks Vejrets Facebook skriver Miriam Gaardlykke Joensen “Dette er en af de værste orkaner vi har oplevet. Her i Klaksvík er der mange store materielle skader.”
 
Norðoya Portalurin skrivaði eisini um ræðuligan standin á Dávabrekku, tit kunnu lesa greinina her: "Ringt skil á Dávabrekkuni, bilar í luftina".

Tit kunnu lesa greinina hja Danmark Vejret her, klikk her: "Overblik: Kraftig orkan har givet Færøerne vindstød på 272 km/t"

SáH

Comments

Yvir 100 skaðar í Klaksvík, stóð illa til tað eina løtuna

25/12/2016

Comments

 
Billede
Í Klaksvík hevur verið av aller ringasta veðrið ídag og fyri løtu síðani tosaði Kringvarpi við Finn Hansen frá sløkkiliðnum í Klaksvík. Hann segði, at tað vóru omanfyri 100 skaðar fráboðaðir og at teir vóru farnir út til 40 av teimum. Hann ráddi framvegis til at fólk hildu seg innandura, tí har vóru nógvir leysir lutir sum fuku ímillum húsini.

SáH

Comments

Ringt skil á Dávabrekkuni í Klaksvík, bilar í luftina

25/12/2016

Comments

 
Billede
Her er kaos á Dávabrekkuni í Klaksvík, har bilar fúka um oyrini á fólkum. Hesar myndir hevur Miroslava Klein tikið fyri løtu síðani og hetta sær reint út sagt ræðuligt út.

Vónandi er ongin komin til skaða har niðri, her á Helnabrekku er eisini ræðuligt, eg tori ikki út sum støðan er í løtuni.

SáH

Comments

Kolandi stormur, heilt uppí 69 m/s í Norðadalskarði

25/12/2016

Comments

 
Billede
Tað er í løtuni kolandi stormur í Klaksvík og vágin sær alt annað enn gott út.

Mesti vindurin er nú á Norðadalskarði, har er mált uppí 69 m/s og her í Klaksvík er 40 m/s, so tað er ikki ráðiligt at fara út.

Her nakrar myndir tiknar fyri 15 min. síðani.

​SáH

Comments

160 stormskaðar og boða verður frá nógvum vindi

25/12/2016

Comments

 
Billede
Løgreglan tosaði við ÚF ígjár og boðaði frá 160 stormskaðum kring landið og við ÚF sama dag, segði Hanus Kjølbro (veðurkønur), at roknast kann við, illveðrið fer at herja á aftur í dag  ...

Tískil so kann roknast við, at ymiskir aðrir skaðar fara at vera um landið í dag, tí tað sær ikki gott út - tað, sum heimasíðan hjá Landsverk hevur at boða frá:

Boðað verður frá nógvum vindi:

Viðareiðisvegurin, á Leiti - 09:08 Stívt andøvsgul, Í hvirlunum upp til 30 m/s. 
Gjáarskarð - 09:07 Skrið, Í hvirlunum upp til 36 m/s. 
Kambsdalur - 09:08 Hvassur vindur, Í hvirlunum upp til 27 m/s. 
Gøtueiði - 14:47 Skrið, Í hvirlunum upp til 28 m/s. 
Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - 09:08 Skrið, Í hvirlunum upp til 35 m/s. 
Norðskálatunnilin, Eystanfyri - 09:07 Andøvsgul, Í hvirlunum upp til 27 m/s. 
Høgareyn - 09:08 Stívt andøvsgul, Í hvirlunum upp til 29 m/s. 
Sandavágshálsur - 09:07 Skrið, Í hvirlunum upp til 29 m/s. 
Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - 09:07 Hvassur stormur, Í hvirlunum upp til 42 m/s. 
við Velbastaðháls - 09:08 Hvassur vindur, Í hvirlunum upp til 26 m/s. 
Sandoy, á Brekkuni Stóru - 09:08 Skrið, Í hvirlunum upp til 26 m/s. 
Porkerishálsur - 09:07 Skrið, Í hvirlunum upp til 32 m/s.

JáH (y) 25.12.2016

Comments

Taxamiðstøð í Klaksvík: Samrøða við Frits T. Nielsen

25/12/2016

Comments

 
BilledeFacebook mynd av Frits T. Nielsen (ogn: sjálvur)
Norðoya Portalurin hevur fylgt við málinum, har tosað verður um, at opna eina Taxamiðstøð aftur í Klaksvík. Mangir spurningar hava reist seg upp og til at svara teimum, hava vit kontakta Frits T. Nielsen, sum sjálvur koyrir taxa í Klaksvík ...


1. Heldur tú at tað er skilagott at opna eina Taxamiðstøð í Klaksvík ..?
Um tú hugsar um bilstøð,sum gamla 55555 a stongunum, so nei, hatta er ein farin tíð,men tó, tað skuldi verið eitt høvuðsnummar, sum skuldi verði ... tvs., ein vaktarskipan,har kundin ringdi til eitt telefonnummar, sum so viðkomandi sum hevði vakt svaraði og soleiðis skiftust sjafføranir sína millum at hava telefonina. Tað hevur verði roynt fyrr og soleiðis sum eg havi frætt, so riggaði tad gott og eg haldi eisini tad eigur at bera til at samstarvast so mikið millum sjafførarnar.

2. Er grundarlag fyri hesum ..?
​Grundarlag ..? Sjalvandi ... um tad kemur ordan í, so verður tad eisini meira koyring. Tó skal sigast, at tad er illa nokk grundarlag, at 3-4 bilar koyra gerandis dagar, tí tad eru fáir túrar. Skeinkjistøðini steingja á miðnátt og tá eru 2-3 túrar og tad er so tað. Tað er har, at ein vakt telefon er hent, tí so situr ein sjafførur vid henni og restin kann fara í song og onkur av teimun kan so yvirtaka dagin eftur. Møguleikanir eru nógvir.


Billede
3. Hvør skal gjalda fyri Taxamiðstøðuna ..? Førarnir ella Kl. Kommuna ..?
Sum sagt, tað skal so ikki so nógv til at betra um umstøðurnar - viðvíkjandi hýruvognunum í klaksvík. Tað nýtist heldur ikki at kosta nakað vilt beløb. Kommunan kann koma við eini vakt telefon/nummari og so ein fundast um hvussu sjafføranir saman seta eina vaktarskipan upp. Tað eru nógvir avloysara, millum annað eg sjálvur, men tað eru fleiri sum hava koyrt taxa í nógv Harrans ár í klaksvík og tey vita og kenna nogv til tingini. Tað eigur at bera til at samstarvast um eina skipan, har allir eru við - ikki bara í vikuskiftinum - men allar dagar.

4. Er tað satt, at tað er ringt at fáa fatur í taxa um vikuskiftið í Klaksvík ..?
Ja, tað kan meiri enn so henda, at tað er ringt at fáa taxa í vikuskiftinum eisini. Til tíðir,so koyra tað eini 4-5 bilar og arðar tíðir ein ella kanska slet eingin. Tað eigur ikki at koma fyri. Sjalvur kann eg siga, at eg koyri næstan bara í vikuskiftinum, men eg havi arðar raskar at loysa meg av, men aftur har,gerandisdagar fái eg ongan at loysa meg av, tí allir hava fast arbeiðið og tað er ein noyddur til, tí taxa gevur ikki nokk til at liva av einsamælt ... langt fra, men vit royna sum frægast. Avloysarar og eigarar eru tó ikki annað enn menniskjur - akk sama sum kundin. Vit hava eisini eitt lív og hava rætt til feriur, gerast sjúka osv., akkurát sum øll onnur. Eg haldi sjalvur, at hetta er komið so langt nu, at saman við Klaksvíkar Komunu, so eiga vit at finna eina loysn.

5. Hvussu kann ein betra um Taxa í Klaksvík ..?
Samstarv ímillum sjafføranar 100%. Vit eru fleiri, sum tosað væl saman og teir sum tosað væl saman. arbeiða eisini væl saman. Vit kundi ju bara tikið um endan sjalvir og stovna eitt felags nummar, so kundi restin bara hildið seg til tað teir trívast best við.

JáH (y) 25.12.2016

Comments

Smyril siglur ikki ídag, møguliga ímorgin

24/12/2016

Comments

 
Billede
Tað er nú staðfest at Smyril siglur ikki ídag og vit fáa meira kunning um siglingina hjá Smyril tíðliga ímorgin. Tá ætlar Strandferðslan møguliga royna at sigla ein túr av Krambatanga og so ein túr suður aftur.

Tískil sita nógvir suðuroyingar veðurfastir í Tórshavn og tey sleppa ikki suður at halda jól við sínum kæru.

Annars er øll koyring hjá Bygdaleiðum avlýst ídag og einasta skip sum siglir er Sam, men teir gera bert ein túr til Kalsoynna og so til Klaksvíkar aftur.

SáH

Billede
Comments

Sløkkiliðið á Tvøroyri stríðast enn

24/12/2016

Comments

 
Billede
Her á Tvøroyi stríðist sløkkiliðið enn við at bjarga húsum og fyri góðum tíma síðani tók myndamaðurin hjá Norðoya Portalinum hesa myndina. Her fara fimm sløkkiliðsmenn við stiga fóru til eini hús omanfyri Salem at hjálpa.

Løtu seinni fóru teir avstað aftur og so til næstu uppgávu.

Í gjárskvøldið var eisini av ringasta veðrið á Tvøroyri og vóru teir boðsendir til 15 - 20 uppgávur, men umleið kl. 23.00 bleiv veðrið eitt sindur betur. Kl. 08.00 ímorgun fór streymurin á Tvøroyri, men kom hann aftur nakað seinni og so byrjaði stormurin av álvara aftur og nú er sløkkiliðið aftur runt býin, har teir taka leysar lutir upp og hjálpa fólkum, har á stendur.

Sigast skal at veðrið í løtuni er sera ringt og eru hvirlurnar sera harðar, men so stillir eitt sindur av aftur og so brestir tað á aftur, so man skal ansa sær, tá ið hvirlurnar koma. Hann lovar betur veður seinni út á dagin.

Norðoya Portalurin ynskir øllum eini Gleðilig jól.

​SáH

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.