Løtu seinni fóru teir avstað aftur og so til næstu uppgávu.
Í gjárskvøldið var eisini av ringasta veðrið á Tvøroyri og vóru teir boðsendir til 15 - 20 uppgávur, men umleið kl. 23.00 bleiv veðrið eitt sindur betur. Kl. 08.00 ímorgun fór streymurin á Tvøroyri, men kom hann aftur nakað seinni og so byrjaði stormurin av álvara aftur og nú er sløkkiliðið aftur runt býin, har teir taka leysar lutir upp og hjálpa fólkum, har á stendur.
Sigast skal at veðrið í løtuni er sera ringt og eru hvirlurnar sera harðar, men so stillir eitt sindur av aftur og so brestir tað á aftur, so man skal ansa sær, tá ið hvirlurnar koma. Hann lovar betur veður seinni út á dagin.
Norðoya Portalurin ynskir øllum eini Gleðilig jól.
SáH