Hjartaliga vælkomin!
NORÐOYA FÓLKAFLOKSFELAG
Triði og seinasti uppstillingarfundur til Løgtingsvalið 8. desember 2022, verður hildin á Finastøðini í Klaksvík, mánadagin 21. november klokkan 19:00. Hjartaliga vælkomin! NORÐOYA FÓLKAFLOKSFELAG Tað hevur týdning, at yngra ættarliðið hevur ávirkan á politisku skipanina. Hóast ungan aldur, havi eg nakað av royndum í politikki. Havi m.a. verið varamaður á Løgtingið fyri Fólkaflokkin, og eri borgarstjóri í Eiðis kommunu. Eri 29 ára gamal og ættaður úr Sandavági. Seinastu 5 árini havi eg búð á Eiði, har kona mín eisini er ættað. Saman eiga vit eina dóttur. Míni hjartamál eru: Familjan Familjan skal fáa hægstu raðfesting. Álit skal gevast familjuni til at skipa síni viðurskifti. Skattalætti skal gevast til lág og miðal lønt. Barsilskipanin skal betrast. Ítróttur og heilsa Størri dentur skal leggjast á fyribyrgjandi arbeiðið. Við at raðfesta fyribyrging, slepst undan nógvum sjúkum. Ítróttur og annað frítíðarvirksemi er góð fyribyrging. Tí skal hetta stuðlast væl. Veikastu borgararnir Tá sjúka rakar er skjót hjálp, góð hjálp. Landið skal verða viðspælari, soleiðis at rætta hjálpin verður givin. Tað er alt ov ofta, at borgarar detta niður í millum ymisku skipanirnar. Sálarlig heilsa Sálarlig heilsa er ein vaksandi trupulleiki í okkara samfelagi. Økið skal uppraðfestast, soleiðis at borgarar fáa skjóta og góða hjálp. Dentur skal eisini leggjast á fyribyrging innan hetta økið. Vinnulív Fiskivinnan skal hava tryggar karmar. Umstøðurnar hjá vinnurekandi og íverksetum skal betrast, her verður bæði hugsað um samskifti við myndugleikar og ymisk gjøld. M.a. skal kringvarpsgjaldið til fyritøkur takast av. Rógvi Egilstoft Valevni hjá Fólkaflokkinum Hugdi vi∂ áhuga eftir innslagi í D&V fríggjakvøldi∂, um eina verkætlan vi∂ Kirkjubrekkuna í Klaksvík. Ta∂, sum undra∂i meg var endin á innslagnum, tá sjónvarpsverturin bo∂a∂i alment frá, at borgarstjórin Karl Johansen ynskti ikki at gera samrø∂u vi∂ kringvarpi. Hetta er beinlei∂is lygn. Ongin frá KVF setti seg í samband vi∂ meg henda dagin, gjørdu teir ta∂, høvdu teir sjálvandi fingi∂ eina samrø∂u. Vinarliga Karl Johansen, Borgarstjóri.
Í morgun fór Gadus at sigla heima. Teir fóru avstað tann 3. september og væntandi er hetta tann seinasti túrurin hjá teimum við hesum Gadus, nú tann nýggið Gadus kemur einaferð fyrst í 2023.
Fiskiskapurin hevur ikki verið serliga góður hendan túrin, teir hava 229 tons, men vónandi verður prísurin góðir, so teir vinna tað innaftur á tann hátt. Við eru 32 mans og skipari er John Fuglø. Teir vera væntandi í Klaksvík mánadagin ella týsdagin. Vit ynskja skipara og manning eina skjóta og góða heimreisu. SáH Her filmsklipp og myndir tá ið teir fóru avstað tann 3. september, sjá niðast í greinini. Verandi Hvannasundstunnil verður stongdur í umleið ein tíma í sambandi við at seinasta skotið verður latið av í nýggja tunlinum. Í sambandi við hátíðarløtuna, sum verður í morgin kl. 14:00 omanfyri Norðtoftir, verður Hvannasundstunnilin stongdur frá kl. 14:00 til 15:00. Bilar kunnu parkera á kajøkinum í Norðdepli, haðani bussar koyra fólk til hátíðarhaldið, har Sigurd L. Lamhauge heldur røðu. Bussarnir byrja at koyra kl. 13:00. Landsverk Síðsta skotið í Hvannasundstunlinum verður týsdagin 15. november Nú verður síðsta skotið latið av í Hvannasundstunlinum. Tiltakið verður omanfyri Norðtoftir. Týsdagin 15. november kl. 14:00 verður síðsta skotið í Hvannasundstunlinum latið av. Sigurd L. Lamhauge fer at bjóða vælkomin og sigur nøkur orð. Síðani fara Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu og Marita Sumberg, borgarstjóri í Viðareiðis at bera fram røður. Eisini verða tónleikainnsløg. Til seinast fara Jústines Poulsen og Esmar Justinussen, ið eru elstu borgarar í Hvannasund og Árnafirði, at lata síðsta skotið av. Øll eru vælkomin. Fakta um nýggju tunlarnar norður um Fjall: Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900m langur, og Hvannasundstunnilin verður umleið 2200m langur. Samlað vegalongd, har tunnlar og vegir eru roknaðir við, eru umleið 6500m langt. Tunlarnir fara at kosta 522 mió. kr. og verða væntandi lidnir á heysti í 2024. Landsverk
Fýra av okkara útróðrarbátum vóru til útróðrar ídag. Teir høvdu royn við línu norðan fyri Føroyar.
Teir høvdu tilsamans 37.092 pund og tað mesta var hýsa og toskur, sjá sølurnar herundir. Bestir gjørdist Dalsenni við 12.618 pundum, Norsøki hevði 9.190 pund, Líðhamar 8.804 pund og Brandur 6.480 pund. Nakrir vóru eisini til útróðrar leygardagin, sjá søluni herundir. Landa bleiv til NFCS, Sjógæti og á Eiði. SáH
BJØRGVIN - ( KG 503 ) (SJÓGÆTI)13-11-202213-11-2022 3.600
BRANDUR - ( KG 557 )-HVANNASUNDS HAVN14-11-202214-11-2022 3.240 DALSENNI - ( KG 301 )NFCS-13-11-202214-11-2022 6.309 NORÐSØKI - ( KG 538 )EIÐIS HAVN13-11-202213-11-2022 5.070 NORÐSØKI - ( KG 538 )EIÐIS HAVN14-11-202214-11-2022 4.595 LÍÐHAMAR - ( KG 602 )EIÐIS HAVN14-11-202214-11-2022 4.402 KALLANES - ( FD 590 )EIÐIS HAVN 13-11-202213-11-2022 3.288 STAKKAVÍK - ( KG 748 )EIÐIS HAVN 13-11-202213-11-2022 1.971 Nógv við mær harmast um rokið, sum hevur verið í Fólkaflokkinum í seinastuni. Fráfarni formaðurin, Christian Andreasen, er eitt skilafólk og dugnaligur sum fáur. Eina stóra tøkk skalt tú eiga fyri tann insatsin, sum tú hevur gjørt fyri Fólkaflokkin og Havnar Framburðsfelag. Nógv er harmiligt í hesum døgum, m.a. at Annika Olsen hevur tikið seg úr flokkinum og at nevndin í Framburðsfelagnum hevur lagt frá sær. Tit skulu øll eisini hava eina stóra tøkk fyri tykkara insats og samstarv gjøgnum árini. Beinir Johannesen er eisini ein skilamaður, dugnaligur og hevur royndir bæði í kommunalpolitikki og landspolitikki. Eftir at hava prátað við nýggja formannin, tykist tað greitt, at hann er savnandi og klárur at hjálpa fyri at fáa Fólkaflokkin í Havnini at fóta sær væl. Løgtingsvalið er um 3 vikur og neyðugt er at gera ein góðan uppstillingarlista beinanvegin. Sum fyrrverandi nevndarlimur og formaður í Havnar Framburðsfelag (2011-2015), vil eg heita á stuðlarnar hjá Fólkaflokkinum í Havn og Suðurstreymi, um at samlast fjølment til eykaaðalfund mánakvøldið 14. novembur kl. 20 í 62N Hotel í Dr. Jacobsensgøtu 14. Soleiðis at vit kunnu velja nýggja nevnd og byrja uppstillingina til løgtingsvalið beinanvegin. Jógvan Poulsen fyrrverandi formaður í Havnar Framburðsfelag Havnar Framburðsfelag er valfelag hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymoy. Felagið bleiv stovnað í 1904 og er tískil elsta politiska valfelag í Føroyum Nú frættist frá álíkandi keldum at Sólvit Nolsø stillar upp fyri framsókn. tíðindi eru ikki játtaði, men alt tíðir upp á tað. Sólvit E. Nolsø hevur havt nógvar tíðandi postar í Fólkalfokkinum, hann hevur verið formaður í Havnar Framburðsfealg, skrivari hjá Fólkaflokkinum og Landsstýrismaður í almannamálum, so tað verður ein missur fyri Fólkaflokkin. Men hyggja vit ordiliga eftir, so verður tað kanska ikki tann heilt stóru missurin fyri Fólkaflokkin álíkavæl. Sólvit hevur ongantíð ordiliga sligið ígjøgnum og hann fekk bert 323 stemmur til Fólkatingsvalið og tað er alt ov lítið, tá ið man tonkir uppá, at hann er Havnamaður og var Landsstýrismaður í almannamálum og sum øll vita, so er valdømi í suðurstreymoy, tað sum hann umboðaði sera stórt, har eru næstan helvtina av øllum stemmunum í Føroyum Árni Skaale, sum eisini bleiv Landstýrismaður sama dag sum Sólvit fekk fleiri stemmur enn Sólvit til Fólkatingsvalið og hann umboðaði Norðurøkið, sum er eitt valdømi sum er væl minni enn Suðurstreymoy. Tykist sum at fólk fara har tey fáa mest til sín sjálvan og nú Framsókn sær út til at fáa eitt rimmar Løgtingsval tann 8. desmber, so leita tingfólk og Landsstýrisfólk til tann flokkin. Men sum sagt, so er tað ójattaði tíðindir og tað er ikki heilt sikkurt at hann stillar upp fyri Framsókn, men keldan er álíkandi, so vit fáa at síggja seinni í dag. SáH |
Greinar
May 2024
|