Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.
2633 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 407 smittað, sjey eru innløgd, og 11 eru deyð við koronu í Føroyum.
Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýrið
Í gjár vóru 45 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu. 2633 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 407 smittað, sjey eru innløgd, og 11 eru deyð við koronu í Føroyum. Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýrið Sannlíkindini fyri at blíva smittaður er níggju ferðir minni hjá teimum 12 til 24 ára gomlu, um tey eru koppsett, samanborið við ókoppsett. Tað boðar landslæknin frá. Fyri tey, sum eru 25 ár og eldri, er tað tríggjar ferðir minni sannlíkt, at tey blíva smittað, um tey eru koppsett, samanborið við ókoppsett. Samlað fyri øll 12 ár og eldri er tað fýra ferðir minni sannlíkt at verða smittað/ur, um ein er koppsettur, meðan tað er tríggjar ferðir minni sannlíkt, um øll verða tikin við, tvs. eisini børn yngri enn 12 ár, sum ikki kunnu verða koppsett. Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur saman við landslæknanum greinað upplýsingar frá koronasmittaðum persónum í september og oktober mánaða. At koppsetingin verjir betur millum tey ungu enn millum tey eldru kann hanga saman við, at longri tíð er fráliðin síðan tey eldru ættarliðini vórðu koppsett. Lutfalsliga nógv eldri vóru liðugt koppsett í vár og verjan minkar yvir tíð. Koppsett, sum blíva smittað, verða eisini yvirhøvur minni sjúk samanborið við ókoppsett, og tykjast eisini at sleppa skjótari av við møgulig sjúkueyðkenni. Samstundis ger smittuvandin frá einum koppsettum smittaðum seg galdandi í eitt styttri tíðarskeið samanborið við ein ókoppsettan smittaðan. Í Føroyum eru vit komin væl í gongd við at geva triðja prik, og øll fáa tilboð um hetta, tá ið seks mánaðir eru síðan annað prik. Hetta fer óivað at hava við sær eina styrkta verju móti COVID-19 framyvir. Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og landslæknin fara at kunna regluliga um koppsetingarvirknað framyvir. Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til: Maria Skaalum Petersen, maria@health.fo Lars Fodgaard Møller, lafm@stps.dk Olga Kristina Hansen, olkh@stps.dk Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýrið Býráðið hevur í samband við fíggjarætlanararbeiðið valt at halda fram við verkætlanum, sum longu eru í gongd, soleiðis at tær vera gjørdar lidnar og koma borgarunum tilgóðar. Harumframt er meira peningur settur av til m.a. vegir og asfalt. Av teimum verkætlanunum, sum verða lidnar í 2022, kann nevnast: rennibreytin, ídnaðarøkið undir Hamri og fyrsti partur av útstykkingini á Fossum, og eisini verður eitt nýtt kappróðrarneyst liðugt um ársskiftið 2022/23. Býráðið hevur seinasta mánaðin gjørt neyðugar raðfestingarnar á íløgusíðuni í fíggjarætlanini, eftir at fíggjarkarmurin bleiv samtyktur í oktober. Hesar áður nevndu verkætlanir, saman við nýggja mentanarhúsinum og íløgum í samband við tunlarnar norð um Fjall, eru stórur partur av íløgunum á fíggjarætlanini fyri 2022. Nakrar av teimum verkætlanum, sum standa lidnar í 2022, eru: Ídnaðarøkið við Borðoyarvík, har fleiri nýggj vinnuøkir verða klár í 2022. Har fáa m.a smábátar munandi betri umstøður Fyrstu grundøkini á Fossum verða eftir ætlan tøk móti sumri í 2022 Rennibreytin verður tikin í brúk í fyrru helvt av 2022 Av øðrum íløgum fyri komandi ár kann nevnast, at býráðið hevur sett pening av til eitt nýtt kappróðrarneyst og nýtt spælipláss í Ánunum. Kommunan hevur eisini gjørt avtalu um, at kommunan fær stóran part av grótinum (rindar flutningin av grótinum), sum kemur úr tunlunum norð um Fjall, umframt at 12 mió. eru játtaðar til víðari bygging av mentanarhúsinum í 2022. Býráðsskráin 18. november er tøk her Í tølum merkir hetta, at inntøkurnar til fíggjarætlanina 2022 eru mettar til 310 mió. kr. Harav er raksturin mettur til 242,4 mió.kr. Í tilmælinum, sum býráðið skal taka støðu til, eru 111,5 mió. kr., settar av til íløgur, harav 33,1 mió. kr. koma frá ætlaðari sølu av fastogn og grundstykkjum. Íløgurnar eru sostatt netto 78,4 mió. kr. Fíggjarætlanin fyri 2022 vísir sostatt eitt hall á 18,8 mió. kr. Orsøkin til hallið á fíggjarætlanin er, sum áður nevnt, at býráðið hevur avgjørt ikki at steðga teimum verkætlanum, sum longu eru ígongd. Í fíggjarætlanini sæst eisini, at raksturin er hækkaður við 10 mió. kr. í 2022. Ein orsøk til hækkingina er uppraðfesting á nøkrum økjum. Nevnast kann m.a. asfalteringsarbeiði, vegir og nýggi barnagarðurin á Norðoyri. Klaksvíkar Kommuna Skráin fyri býráðsfundin, sum er hósdagin 18. november kl. 17.30, er nú tøk. Regluligu býráðsfundirnir eru almennir, og til ber eisini at stroyma fundin beinleiðis umvegis heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu. Skráin fyri býráðsfundin sæst her: Býráðsskráin 18. november Klaksvíkar Kommuna Í gjár vóru 28 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu. 2415 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 436 smittað, fimm eru innløgd, og 11 eru deyð við koronu í Føroyum. Føroya Landsstýrið og Heilsumálaráðið 😷 Øll, sum koma á sjúkrahúsið skulu vera í masku fyri nøs og munn, og kunna vísa á koronupass, tvs. koppseting ella negativa koronatest ikki eldri enn 72 tímar. Kannað verður ikki við dyrnar, men starvsfólk kunnu gott biðja teg um at vísa koronupass. ☎️ Um tú ætlar at vitja ein sjúkling, er í løtuni neyðugt at gera avtalu við deildina frammanundan. Ring 45 45 45 og bið um seingjardeildina. 🏥 Sjúklingar, sum koma á sjúkrahúsið til viðgerð, venjing ella annað fleiri ferðir um vikuna, skulu lata seg kanna fyri COVID-19 eina ferð um vikuna, og annars vera varðin úti í samfelagnum. ↔️ Mint verður á, at halda tilmælini um frástøðu og reinføri. Sí neyvari útgreining av, hvat eitt koronapass er niðanfyri her: "Greining Korona" Klaksvíkar Sjúkrahús Eg eri rættiliga keddur og frustreraður av støðuni, okkara land er komið í. Tað verður ikki tosað um nógv annað enn testir, koronusmittu og koronapass. Okkum øllum kunnigt eru tað deildar meiningar um, hvussu støðan skal handfarast. Eg haldi sjálvur at korona fær ov nógv uppmerksemi og at vit til tíðir stara okkum blind uppá smittuna. Tað er tó eitt, sum ørkymlar meg meira enn tað, eg nevni omanfyri. At síggja sínar egnu landsmenn langa út eftir hvørjum øðrum, sum tað verður gjørt her á Facebook og øðrum fjølmiðlum, eru nokk ringastu hjáárinini av korona. Eg veit ikki um retorikkurin nakrantíð hevur verið so harður fyrr ímillum føroyingar. Mitt í øllum hesum meldrinum kemur okkara egni formaður í Breddan og leverar eitt sera konstruktivt interview, sum eftir mínum tykki er við til at slætta sjógvin. Formaðurin fær mín fulla stuðul í sínum útsøgnum í Breddanum. Tað má vera pláss fyri fleiri meiningum og vinklum uppá korona, uttan at vit øll fara “til hendurs”. Trýst elvir til móttrýst verður mangan tikið til inni í tingsalinum. Góðu landsmenn. Latið okkum øll opna ventilin eina løtu, soleiðis at dampurin sleppur út (á røttum stað) og trýstið minkar frá báðum síðum. Lat ikki korona kloyva okkara framúr góða samfelag. Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin Stakkavík hevur verið til útróðrar. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 3.894 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 2.240 pund hýsa, 1.600 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Landa bleiv til NFCS. SáH STAKKAVÍK – ( KG 748 )NFCS-17-11-2021 1.947 Jóhan Eli L Poulsen, løgtingsamaður, hevur sett landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, skrivligan fyrispurning um stongdar leiðir og royndarveiðu á Føroyabanka. Í viðmerkingunum sigur løgtingsamaðurin, a samgonguskjalið staðfestir, at skipanin við stongdum leiðum á landgrunninum verður eftirmett og at royndarveiða á Føroyabanka heldur fram við tí endamáli at kanna, um veiða á bankanum kann takast uppaftur. Í løtuni er stórur partur av grunninum stongdur fyri bæði trolveiðu og aðrari veiðu. Tá ið øki verða stongd, og soleiðis víddin at veiða á minni, verður eitt størri trýst á tey øki, ið eru opin. Tað kann neyvan vera rætt, at ein so stórur partur av grunninum skal vera stongdur fyri fiskiskapi. Hyggja vit eftir veiðitrýstinum í dag, í mun til hvat tað var fyri bert 15-20 árum síðan, er lítil og ongin ivi um, at veiðitrýstið er nógv lægri í dag. Tað eru í dag 9 pør og 4 djúpvatnstrolarar, ið royna undir Føroyum. Árið runt eru tað bert 6 pør, ið royna eftir trationellum botnfiski undir Føroyum, og okkurt at hesum pørum er fyri tað mest djúpt. Spyr ein fiskiskiparar, serliga á trolarum, um hvussu sær út á teimum økjum ið verða lítið troytt, er svarið einmælt, at har er armóð komin í. Ein fær bert havmús og skøtu í trolið, og er hetta eitt ringt tekin. Tískil er tað týdningarmikið, at mann sleppur at royna á flestu økjum. Gýtingarøki og koraløki eiga framhaldandi at verða vard. Tosað verður nógv um, at Føroyar skulu verða “grønari” á orkuøkinum, og er tað serliga fiskivinnan, ið dálkar. Um fleiri øki vórðu opnað aftur, høvdu skipini ofta sloppið undan at siglt tímavís yvir um stongd øki, og soleiðis osað CO2 út. Skipini brúka meira undir sigling enn undir tóving. Tískil er tað skilagott, at skipini sleppa at tóva seg runt heldur enn at sigla seg runt. Skiparar á skipum í bólki 2 hava sent fiskimálaráðnum inn uppskot um, hvørji øki kunnu verða opnað í fyrstu syftu, og hvussu hettar kann gerast. Spurningar: 1. Hvussu gongur við arbeiðinum at eftirmeta stongdu leiðirnar og nær kann væntast, at hetta arbeiðið verður liðugt? 2. Verða allar leiðir eftirmettar/endurskoðaðar ella bert nakrar? 3. Hvørjar partar ætlar mann at taka inn í eftirmetingararbeiðið, so sum Havstovuna, vinnuna og líknandi? 4. Við teimum úrslitum, ið royndarveiðan á Føroyabanka hevur havt, er so hugsandi, at fiskiskapur á bankanum kann takast upp aftur í næstum? Á Løgtingi, 16. november 2020 Jóhan Eli Poulsen Fólkaflokkurin Í gjár vóru 51 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu. 2628 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 450 smittað, fimm eru innløgd, og tíggju eru deyð við koronu í Føroyum. Føroya Landsstýrið og Heilsumálaráðið |
Greinar
May 2024
|