Bygdafelagið Vesturskin og Kunoyar Kommuna
Tiltakið sum skuldi vera í Bygdahúsinum í Kunoy í dag, har Rannvá Kunoy skuldi lata Kunoyarfólk ein málning er avlýst.
Bygdafelagið Vesturskin og Kunoyar Kommuna Nú talið av Covid-19 smittaðum er økt so nógv, er avgjørt ikki at hava gudstænastu í Christianskirkjuni í morgin, sunnudagin 24.oktober. Kirkjuráðið harmast um, at gudstænastan ikki verður, har Hanus á Gørðum, sóknarprestur, skuldi hava gudstænastuna, sum skuldi vera víst í Kringvarpinum. Eisini skuldi Kórið í Christianskirkjuni taka lut saman við hornblásara. Vónandi hasar núverandi koronabylgja, sum vit skilja mest er um okkara leiðir, av nakað skjótt, so kirkjan aftur kann verða opin fyri gudstænastu og aðrari kirkjuligari tænastu. Nær tað verður, vita vit ikki, men tað verður kunngjørt fyri almenninginum. Vegna Christianskirkjuna Jógvan Ravnsfjall Kirkjuráðsformaður Er barn títt smittað við COVID-19 ella er barnið sett í sóttarhald, tá skal tú verða fevndur av dagpengalógini. Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, sum hevur sent Løgtinginum eitt uppskot um at broyta dagpengalógina soleiðis, at foreldur kunnu fáa dagpening, tá barn, yngri enn 14 ár, fær staðfest smittu ella heilsumyndugleikarnir mæla barninum til at fara í sóttarhald. Væntandi verður uppskotið lagt fram í Løgtinginum í vikuni sum kemur. Vit eru aftur komin í eina bráðfeingis støðu, og tí mugu vit handla beinanvegin, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum fer at biðja Løgtingið um at víkja frá øllum tíðarfreistum, soleiðis at foreldur ikki nýtast at stúra um inntøkuna, tá barnið verður rakt av COVID-19. Tey, sum longu hava verið fyri inntøkumissi, fara eisini at fáa rætt til fíggjarligan stuðul fyri mistu inntøkuna, tí ætlanin er, at lógin skal virka afturvirkandi frá 15. september. Almannamálaráðið 89 tilburðir í gjár Í gjár vóru 89 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. 2126 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 216 smittað í Føroyum. Landslæknin hevur ikki verið í samband við allar smittaðar persónar, tí er enn ikki greitt um talan er um kendar smittukeldur. Heilsumálaráðið Faknevndin fyri skránna um havgransking í Norðuratlantshavi hevur játtað 14 mió. kr. til 4 samstarvsverkætlanir. Hetta eru fyrstu játtanirnar frá granskingarskránni, sum danska stjórnin hevur játtað stuðul til á donsku fíggjarlógini í tíðarskeiðinum 2020-2023. Endamálið við skránni er at styrkja samstarvið millum Grønland, Føroyar og Danmark um havgransking í Norðuratlantshavi. Faknevndin legði stóran dent á styrkt samstarv gjøgnum ph.d. og post.doc. verkætlanir við granskingartíð í øðrum londum. Talan er um 2 ph.d.-verkætlanir og 2 post.doc.-verkætlanir við luttakarum frá stovnum í Grønlandi, Føroyum og Danmark, umframt Norra og Skotlandi. Les meira á https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/studul-jattadur-til-4-nyggjar-havgranskingarverkaetlanir/ Ensk útgáva: https://www.gransking.fo/en/resources/news/funding-awarded-to-4-new-marine-research-projects/ Granskingarráðið Heilsutrygd hevur sett Thomas Berthou í starv sum kommunulækni í Norðoya læknadømi. Thomas er settur í starvið, sum Magnus Magnussen í mong ár røkti. Thomas Berthou nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 2007 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í 2014. Hann arbeiddi sum kommunulæknaavloysari í Klaksvík eitt hálvt ár í 2014 og hevur síðan arbeitt sum kommunulækni í Tønder í Suðurjútlandi. Thomas Berthou tekur við starvinum eftir summarfrítíðina 2022, og tá vera tríggjar fastar læknaviðtalur á læknamiðstøðini í Klaksvík. Klaksvíkar Kommuna Umsitingin hjá Biden hevur ætlanir um at koppseta 28 milliónir børn í aldrinum frá 5-11 ár ímóti Koronavirus skjótast gjørligt. Loyvini til Pfizer koppsetingina til hendan aldursbólkin vera væntandi komin uppá pláss í nærmastu framtíð. Ætlanin er at gera koppsetingina meira barnavinarliga, eitt nú við at nálirnar vera minni og at tær vera útflýggjaðar á Apotekunum og barnalæknar skulu koppseta børnini í skúlunum og í nærumhvørvinum. USA hevur eitt sera stórt lagur av koppingarevnum frá Pfizer og ríkiligt nokk til øll børnini. Væntandi verður farið ígongd um fáar vikur, segði Jeff Zients ráðharrin fyri Covid 19 í Hvítu Húsinum. SáH Í gjár vóru 26 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. 23 tilburðir eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum, ein tilburður av ókendari smittukeldu, og tveir tilburðir staðfestir við kanning eftir komu til Føroyar, ávikavist ein og tveir dagar eftir komu. 1006 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 111 smittað í Føroyum. Heilsumálaráðið |
Greinar
May 2024
|