Hetta er fyrstu ferð, at nakar úr Jong Un familjuni møtir við nøkrum frá Suður Korea, sum eisini kemur í kjalarvørinum av OL í Suður Korea.
JáH (y) 08.02.2018
Systurin til leiðaran av Norður Korea, Kim Yo-Jong, skal møta við tí Suður Koreanska forsetanum, veit stýrið í Seoul at siga frá. Hetta er fyrstu ferð, at nakar úr Jong Un familjuni møtir við nøkrum frá Suður Korea, sum eisini kemur í kjalarvørinum av OL í Suður Korea. JáH (y) 08.02.2018 Leiðarin fyri cybertrygdareftirlitinum í Amerika, Jeanette Manfra fortelur fyri NBC News, at tey nú hava funnið útav, at russar royndu at hackað seg inn í stemmuavgreiðslur hjá 21 stakríkum undan tí amerikanska valinum í 2016 - og har tað eydnaðist russisku hack'aranum í summum førum. - Vit hava fingið prógva, at russar gjørdu seg inn á tað amerikanska valið, sigur Manfra við amerikanskar fjølmiðlar. Um tað so er nokk, at fáa eitt umval í Amerika - er so ein heilt annar spurningur. Spenningurin er annars øgiligur, tí tað er komið framm, at amerikanski forsetin Donald J. Trump hevur havt planir um at siga Robert Mueller upp, sum granskar russiska innblandan av valinum 2016. Men av tí at fylgarnar hjá forsetanum høvdu verið ræðuligar, um hann gjørdi tað - hevur Trumpurin latið vera við hesum. JáH (y) 08.02.2018 Farið verður í næstum undir eina samráðingartilgongd um fríhandil millum Japan og Føroyar, og góða sambandið millum Klaksvík og Taiji hevur havt stóran týdning fyri hendan nýkomna møguleikan fyri fríhandli millum londini bæði. Í morgun var Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum á vitjan hjá Jógvani Skorheim, borgarstjóra. Við sær hevði hann gávu úr Japan, har hann sjálvur vitjaði í farnu viku. Tá uttanríkis- og vinnumálaráðharrin vitjaði í Tokyo í farnu viku, hitti hann Kazutaka Sangen, borgarstjóra í Taiji, sum í januar skrivaði undir vinarbýaravtalu við Jógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu. Her fekk Poul Michelsen gávu handaða at hava við til Føroya at geva borgarstjóranum í Klaksvík. Talan er um vakrar og siðbundnar japanskar knívar at flensa við, og í pakkanum vóru knívur til Klaksvíkar kommunu og knívar at geva Grindamannafelagnum. Sostatt er mentanarliga útvekslingin millum nýggju vinarbýirnar komin væl og virðiliga frá byrjan, tí í samband við, at vinarbýaravtalan varð undirskrivað, fingu umboðini úr Taiji ein føroyskan grindaknív í gávu frá Býráðnum. - Vit kenna til trupulleikan og gera eisini alt fyri at loysa hann sum skjótast, sigur formaðurin í Havna- og vinnunevndini um trupulleikarnar við vatnveitingini á Stongunum. Vatnleiðingin norðuri á Stongunum hevur verið darvað í eina tíð orsakað av leka á vatnleidninginum, sum sostatt skal skiftast út. Arbeitt hevur verið við eini neyðloysn fyri at virksemið kann halda ótarnað áfram á Stongunum. Vatndeildin hjá kommununi í gongd við at leggja nýggjan vatnleidning frá brandstøðini til skúrarnar á Stongunum, og meira langskygt verður arbeitt við at skifta út rørini, sum leka. Tummas Lervig, formaður í Havna- og vinnunevndini sigur, at arbeitt verður av fullum alvi fyri at loysa trupulleikan sum skjótast. - Í longri tíð hevur verið arbeitt við at skifta út vatnleidingar ymsa staðni í býnum, tí fleiri teirra eru gamlir og hava lekar. Talan er um stórt og miðvíst arbeiði, sum er lagt til rættis, og peningur er eisini settur av til endamálið. Men í januar høvdu vit óvanliga nógvan frost, sum í hesum førinum hevur framskundað tørvin á nýggjum vatnleidningum, og tað er sjálvandi ein støða, sum vit harmast um at vera komin í, sigur formaðurin. Sum nevnt er fyribils vatnleiðing løgd til gogguknúsaran norðuri á Stongunum, og harafturat verður arbeitt meira langskygt við at skifta út fleiri vatnleidningar í býnum, sum treingja til dagføring. JáH (y) 05.02.2018 Kelda: Klaksvíkar Kommuna Jóhann Lutzen, stjóri á Norðlýsinum, skilir ikki, hví dekkarin mest sum ongantíð verður heiðarður, tá merkisdagar eru Greinin hjá Jóhann Lutzen, stjóra á Norðlýsinum, sæst niðanfyri: Tað er mær ein gáta, hví tey sum starvast í fyrsta liði í føðiketuni ongantíð verða heiðrað. At heiðra starvsfólk, ið hava rundar dagar á arbeiðsplássinum, er púra vanligt á landi - og tað er gott. Bæði privati og almenni arbeiðsmarknaðurin lýsa javnan við 10-, 20-, 25-, 30-, 40- og 50-ára starvsdøgum, har arbeiðstímar ella hálvir arbeiðsdagar verða settir av til móttøku. Les meira HER JáH (y) 05.02.2018 Kelda: KVF Maðurin eitur Lucas Traini, er 28 ára gamal og frá umráðinum, har skotbardagin fann stað. Hann hevur fyrr stilla upp í politikki, har hann stillaði upp fyri høgra-ekstremistiska flokkin Forza Nuova, men bleiv ikki valdur inn, síðst val varð. Hann hevur eitt nazi merki tatovera á høgru síðu á panninum og er skýrdur til at vera ein høgra-ekstremist. Innlendismálaráðharrin úr Italia, Marco Minniti meinar at hetta varð rasuhatur av sjúkasta slag. Hann verður nú avhoyrdur av tí italiensku løgregluni um hví hann valdi at skjóta og sára seks afrikanskar tilflytarar leygardagin. Hendingin hendi fáar dagar eftir, at 18 ára Pamela Mastropetro úr Macerata bleiv skotin til deyðis av einum tilflytara. JáH (y) 04.02.2018 Shahin Gaini, yvirlækni ph.d., hevur í samstarvi við granskarar í Odense og Århus almannakunngjørt eina vísindaliga grein í "Scandinavian Journal of Clinical and Laboratory Investigation" um sMR (soluble Mannose receptor), immunverjuna, infektión og blóðeitran. Granskarar vóna, at útslitini kunnu verða við til at menna vitanina innanfyri sjúkugreining og viðgerð, tá talan er um álvarsligar lívshóttandi infektiónir í einum globalum høpi. Les meira HER JáH (y) 03.02.2018 Kelda: Gransking.fo Republikanarin David Nunes, sum leiðir FBI gransking fyri tað Hvíta Húsið, sigur við CNN, at tað saktans kunna vera fleiri líknadi skjøl. - Hetta er einans FISA-parturin av okkara kanning, sigur Nunes. FISA stendur fyri Foreign Intelligence Surveillance Act, sum heldur eftirlit við eftirlitum. Og so halda vit eisini á Norðoya Portali, at FISA er eitt stuttligt orð, isje sannheit ..? JáH (y) 03.02.2018 |
Greinar
May 2024
|