Veðrið skal helst vera klárt og er tað 48.000 ár síðani at hon vitjaði her á okkara leiðum. Halastjørnan verður nærmast jørðini tann 1. februar, tá hon fer framvið jørðina við einari fjarstøðu upp á 42 milliónir kilometrar.
Frá leygardegnum tann 21. januar og nakrar dagar fram, er møguleiki at síggja halastjørnuna, men treytin er at ongin skíggj eru og tað er klárt.
Sært tú ikki halastørnuna hesu ferðina, so kemur hon aftur at vitja jørðina um 50.000 ár.
Halastjørnan eitur C/2022 E3 (ZTF) og rutan hon gongur ígjøgnum er ímillum Karlsvognin og Norðstjørnuna, góða eydnu øll somul.
SáH