NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Vinnarabøkurnar týddar til øll tey norðurlendsku málini

2/11/2017

Comments

 
BilledeHóast vit ikki vunnu, er tað ein stórur heiður fyri tilnevndu føroyingarnar at vera við - og at luttaka á hesum stóra mentanarliga tiltakinum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.
Á fundi millum norðurlendsku mentamálaráðharrarnar fyrradagin, varð staðfest, at Norðurlandaráðið hereftir fer at seta meiri pening av til at týða tær bøkurnar, sum vinna Norðurlendsku mentanarvirðislønina.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, var til staðar á fundinum, tá hetta varð kunngjørt, og hon fegnast um avgerðina.

-Hetta er eitt stórt framstig, tí tað ger, at vit í Føroyum eisini kunnu lesa virðisløntu bøkurnar á okkara egna máli. Endamálið við øllum hesum er jú, at vit skulu styrkja samstarvið og savningarmegina í Norðurlondum – og einki amboð er so gott til tað, sum júst bókmentirnar, sigur Rigmor Dam og heldur fram:

-Skaldskapurin gevur eitt gott innlit í mentanirnar hjá hvørjum øðrum, bæði við tí, sum verður skrivað, men eisini við tí, sum kann lesast millum reglurnar. Tað er helst eisini orsøkin til, at júst bókmentaheiðurslønin er tann elsta av teimum heiðurslønunum, sum verða latnar, og tí er gott at brúka orku uppá at týða bøkurnar, sigur Rigmor Dam.

Formaðurin í nevndini fyri vitan og mentan í Norðurlandaráðnum, Jorodd Asphjell, segði soleiðis á fundinum í gjár:

-Vit ynskja, at hesar bøkurnar skulu verða atkomiligar fyri so mong í øllum Norðurlondum, sum gjørligt, so tær kunnu vera við til at styrkja okkara týdningarmikla norðurlendska mentanarsamstarv.

Sostatt kunnu vit síggja fram til, at vinnarabøkurnar framyvir verða týddar til øll tey norðurlendsku málini – eisini føroyskt.

JáH (y) 03.11.2017
Kelda: Løgtingið

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.