Ein genta í skúlaaldri gjørdist sannur fiskakongur, hon fiskaði umleið 24 kilo og gjørdist hon best av øllum, men vinningar vera givnir til børn í skúlaaldri og børn undir skúlaaldri, bæði til gentir og dreingir og vera nøvnini avdúkaði á pallinum úti í Klaksvík seinni ídag.
Stuttligt at síggja hvussu øll stríddist fyri at blíva best og aftaná fingu børnini ókeypist sunkist og Twix, sum Silvi og sjórænarin Stampe býttu út.
Svimjifelagið Ægir hjálpi til, har øll nevndin var til staðar og býttu út agn og aftaná vigaði tey allan fongin og tað bleiv til ein heilan fiskakassa og nakað afturat. Seiðurin var sera stórir í ár, men fongurin var eitt sindur minni enn seinasta ár.
SáH