og ungu klaksvíksdamuna sum blivu mistonktar fyri at goyma ólóglig evnir uppi á sær og vóru ígjøgnum eyðmýkjandi kropskanningar á flogvøllinum og Landssjúkrahúsinum.
Nú vísa tøl sum TAKS hevur lati innlit í, at heili 60% av teimum sum eru send til eyðmýkjandi innvortis kropskanningar á Landssjúkrahúsinum higartil í ár, eru óskyldug.
Og tølini fyri 2013 vóru enn meira ræðandi, tey vísa at heili 80% av kannaðu fólkinum vóru óskyldig. Í 2014 vóru 50% av kannaðu ferðafólkinum óskyldig.
Tað eru nógv óskyldig fólk, baði útlendingar og Føroyingar sum ikki tora at koma til Føroya, vegna hesar kanningar.
Lógin sigur at tað skal verða ein "grundaður mistanki" fyri at gera hesar kanningar, men tølini vísa at TAKS bara "tekur úr Rúgvuni" til hesar krevjandi kropskanningar. Tá ið tølini eru so stór rakar tað nógv óskyldig fólk, og ger at nógv fólk tora ikki at koma til Føroyar vegna hendan framgangsmátan hjá TAKS.
Allar kanningar av hesum óskyldigu fólki leingja eisini um køðirnar til skannarin á Landssjúkrhúsinum. Í einum svari til ein fyrispurningur í løgtinginum segði Karsten Hansen,táverandi Heilsumálaráðharri, at bíðitíðin at sleppa til skanning er tveir ella tveir og ein hálvur mánaði, men bráðmál verða tikin framum.
ps
Her eru 3 link til tvey ”tilfeldir” sum kunnu knítast uppí, um áhugi er fyri tíð:
http://ekstrabladet.dk/flash/dkkendte/article5007545.ece
http://www.in.fo/news-detail/news/hetta-er-for-langt-uti/
og http://www.nordportal.net/tiacuteethindi/skandala-eigur-at-faa-fylgir-fyri-tollarnar-a-flogvllinum
Vilja tit vita meir, hjálpa vit fegin við tíð.
420 Hampafólk