
Kirkjan, sum liggur í Sutherland Springs - hevði eitt møtið ígjár, tá ið brádliga tey hoyra skot uttanfyri og síðan innan í kirkjuni - har 26 fólk blivu skotin til deyðis og fleiri enn 20 blivu sáraði.
Tað eydnaðist til endans einum manni í kirkjuni, at berjast ímóti og taka byrjsuna frá byrsumanninum, sum síðan slapp sær til rýmingar.
Maðurin bleiv funnin seinni deyður í bilinum hjá sær og um maðurin skjeyt seg sjálvan ella bleiv skotin av manninum, sum fylgdi aftaná honum, vita keldur úr Texas ikki heilt enn. Fjølmiðlar haðani vilja vera við, at byrsumaðurin varð tann 26 ára gamli Devin Kelley og hvat orsøkin er, hví Kelley skjeyt frá hond í eini kirkju - er enn ókent.
JáH (y) 06.11.2017