Keyp billettir HER
Tey hava gjørt sera nógv burturúr í ár og vant hevur verið í drúgva tíð. Har eru heili 12 sjónleikarar við í ár, umframt 3 "live" tónleikarar og 2 ljóð- og ljóðfólk. Og fyri at tað ikki skal vera lygn - so verður ársins Teitið spælt í góða gamla Atlantis, júst sum tað plagdi at vera.
Túnatosið er við - umframt sangir, sketchjir, sum heilt sikkurt fara at lætta um dagin hjá tær. Klaksvíkar Sjónleikarafelag lovar undirhald í góðan tíma, sum heilt sikkurt fellur til ein og hvønn smag. So tað er onki at bíða við, folkens - men skunda tær at ogna tær atgongumerki - tí áðrenn tú veist av, so eru ONGAR billettir eftir.
Les eisini: Stuttlig endurreising á Norðoyastevnu
Vit gleða okkum at síggja til ársins show - nevniliga: Norðoyastevnuteitið 2018: Endurreising. Tað er sum tey siga: Ongantíð hevur ein Endurreising verið so stuttlig.
JáH (y) 24.05.2018