Hevði hesin bussurin komið niðan á Helnabrekku í gjáramorgunin, kundi tað fingið óbøtaligan skaðað, um bussurin fór á glið, men tíbetur kom bussurin ikki niðan og teir góvust at koyra, inntil at tað var koyrandi.
Helnabrekka er kanska ikki so brøtt, men hevði bussurin farið norðureftir, so er brekkan norðuri á Kósini, har varaborgmeistarin býr, sera brøtt og eg ivist um autoverjan hevði hildi, um ein bussur við nógvari ferð, fór glíðandi omanav har.
Karl Jákup Ósa sigur við Kringvarpi, at hetta má ikki henda aftur, men hvør hevur ábyrgdina, tá ið skaðin er hendir, hvør stendur tá við ábyrgdini?. Er tað slipsamennirnir, busssjáførurin ella er tað vegaforðmennirnir? Haldi tað er eina sera týdningarmikil spurningur at seta, tí hetta var bara fyrsta hálkan í ár og hvat nú, um hetta endurtekur seg?
Hoyr samrøðuna við Olivur Askham, sum hann hevði við Kringvarpi í gjár, klikk á myndina ella klikk á link her: Hált hjá býbussunum í Klaksvík í morgun