Smb. MarineTraffic so er Smyril áveg vesturum og tá plagar túrurin at vera ½ - 1 tíma longri, men tá ið veðrið er so ringt, so er tað frægari, at túrurin er longri, enn at man fær ein ringan túr norður.
Nógv ferðafólk hava verið veðurføst í suðri og fleiri av svimjarnum, sum luttóku í svimjikappingini í Pálshøll ígjár og sum skuldi við túrinum í gjárskvøldið kl. 18.30, hava yvirnáttað í suðri í nátt, men nú eru tey so endiliga áveg norður.
SáH