Komin niðan í Maverick og hugt eftir, hvussu støðan var har, bleiv staðfest at alt var rudda upp og sett var fyri brotna vindeyga, sum ein annar russari hevði brotið fyrr uppá kvøldið.
Fór síðani á Løgreglustøðina í Klaksvík og júst tá komu tveir løgreglumenn gangandi við trimum súkklum, sum russarnir høvdu stjolið í býnum.
Russarnir blivu koyrdir í brummina og so skuldi bíðast eftir tolki til seinni í morgun og hann ella hon skuldi koma frá Tórshavn.
Okkurt barn verður glað ídag, nú tey kunnu fara á Løgreglustøðina eftir teirra súkklum og sigast má, at tað er tryggandi at hava løgregluna í Klaksvík, eisini eitt mánakvøld/mánanátt.
SáH