Upplatingartíðirnar eru hesar:
Fríggjadag kl. 19:30 - 02:00
Leygardag kl. 19:30 - 02:00
Sunnudag kl. 02:00 - 22:00
Vit kondolera til tey avvarandi og KÍ hevur mist ein av teirra trúðfasta fjeppara.
Maverick
Vegna serliga umstøður eru upplatingartíðirnar hjá Maverick Barr broyttar hetta vikuskiftið. Upplatingartíðirnar eru hesar: Fríggjadag kl. 19:30 - 02:00 Leygardag kl. 19:30 - 02:00 Sunnudag kl. 02:00 - 22:00 Vit kondolera til tey avvarandi og KÍ hevur mist ein av teirra trúðfasta fjeppara. Maverick Klaksvíkar kommuna hevur gjørt avtalu við Kanjon um dagføring av kloakkrørum kring Skúlatrøð, Prestveg og ein part av Biskupsstøðgøtu. Arbeiðið er deilt í tvær verkætlanir, nevniliga niðara økið á Ziskatrøð og ovara økið á Ziskatrøð Klaksvíkar býráð setir hvørt ár pening av til dagføring av spillvatnsskipanini í kommununi. Arbeiðið er nú komið til eitt øki í miðbýnum, og við hesum verða seinastu húsini fram við Ósánni eisini tikin við í skipanina. Verkætlanirnar kosta tilsamans 3,8 mió. Klaksvíkar Kommuna Vit lata Maverick tíðliga upp í dag, Manchester City - Manchester United spæla og tann dysturin verður leiktir klokkan 15:30. Skráin er hendan: Kl. 15:00 Brøndby IF - Vejle Boldklub Kl. 15:30 Manchester City - Manchester United Kl. 16:30 Hoffenheim - Werder Bremen Kl. 17:00 AGF - OB Kl. 17:30 Mallorca - Girona Kl. 20:00 Athletic Bilbao - Barcelona Eisini verður tónleikur á skránni. Koyr á Manchester. Maverick Dialysusatelitturin er ein nýggjur kapittul í okkara søgu. Ein kapittul um vón um betri lívsgóðsku hjá dialysusjúklingunum í Suðuory, og um eitt Sjúkrahúsverk sum er nærri borgaranum. Soleiðis segði Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, til móttøku á Suðuroyar sjúkrahúsi í gár. Sjúkrahúsverkið skipaði fyri móttøku í sambandi við, at dialysuviðgerðin byrjar á Suðuroyar sjúkrahúsi mánadagin. Øll røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast her. Heilsumálaráðið Eftir bert 50 døgum er Magne Hoseth longu uppsagdur í Lyngby, hetta skrivar TV2 sport beint nú, klikk her "Lyngby fyrer cheftræner" Hetta skrivar heimasíðan hjá Lyngby, klikk her "Lyngby Boldklub afskediger cheftræner Magne Hoseth efter 50 dage" SáH Nú er arbeiðið byrja, at koyra grót frá tunlunum norð um fjall í Norðhavnina. Ætlanin er, er grótið skal nýtast at leingja Norðhavnina í Ánunum við 300 metrum. Eftir ætlan skal økið verða 100 metrar breitt. Norðhavnin er í dag 317 metrar long. Grótið hevur annars verið goymt í Árnafirði, til arbeiðið við tunlunum var komið so mikið langt, at grótið kundi koyrast gjøgnum nýggju tunlarnar, soleiðis at hetta ikki ávirkaði ferðsluna í verandi tunlum. Klaksvíkar Kommuna Klaksvíkar kommuna og Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) hava tvey spennandi tiltøk í Varpinum í sambandi við Spæl føroyskt vikuna, sum verður í komandi viku. 6. mars verður skipað fyri forkunnugum eldratiltaki fyri teimum, sum eru knýtt at tænastum og tilboðum hjá NBH, og 7. mars verður skipað fyri einum konsertdegi, har allir dagstovnarnir í kommununi framføra føroyskar sangir fyri hvørjum øðrum. Tað er ikki á hvørjum degi, at fólk, sum búgva á bústovni hjá NBH, fáa innbjóðing til tiltøk uttanfyri heimið. Síðsta ár var NBH eisini partur av Spæl føroyskt vikuni, men tá varð skipað fyri ymiskum tónleika framførslum á teimum ymisku heimunum. Talan verður tí um eina heilt serstaka løtu, tá ið bæði búfólk, tey sum fáa heimatænastu, tey sum ganga í dagtilhald og venja í Ven og Virka, verða boðin til eina tónleikaframførslu í Varpinum. Tað verður uttan iva ein uppliving í sær sjálvum at koma inn í Varpið, men eisini ein avbjóðing at fáa 30 koyristólar koyrdar millum heimini og Varpið. Marna E. Jensen, stjóri í NBH, sigur at við góðum vilja, so skal tað nokk eydnast. - Vit eru ógvuliga fegin um at kunna geva teimum, sum eru knýtt at tænastum og tilboðum hjá NBH hesa upplivingina, sum einans kann lata seg gera, tí vit hava so dugnalig og ófør starvsfólk. Hesin dagurin fer at krevja stóran fleksibilitet av starvsfólkunum, men øll hava tikið væl ímóti hugskotinum, og tí ivist eg ikki í, at upplivingin verður góð fyri allar partar. - Tað eru ikki øll sum megna túrin yvir í Varpið, men við góðari hjálp frá avvarðandi, so verða tað fleiri sum fara at kunnu njóta góðar føroyskar tónar frá m.a. skúlakórinum á Skúlatrøð. Børnini framføra og lurta Hósdagin 7. mars kl. 10.00 verður skipað fyri einari sangløtu/samling fyri børnum í aldrinum 0-3 ár. Tey fara at syngja nakrar føroyskar sangir og hoyra eina lítla søgu. Kl 11.00 byrjar barnakonsertin fyri teimum 3-7 ára gomlu. Byrjað verður við at hoyra Skúlakórið syngja. Síðan fara teir 6 dagstovnarnir at framføra fyri hvørjum øðrum. Við hesum tiltakinum fáa børnini bæði høvi at framføra og at vera til konsert í stásiligu hølunum. Av sangum, sum børnini fara at framføra kann nevnast: Eg gekk mær eftir bønum fram, Kennir tú blómurnar og Vestan fyri Mykines. Bókasavnið luttekur eisini við einum søgukróki, so um onkur hevur hug at steðga eina løtu aftaná sangframførslurnar, so er eisini møguleiki til tað. Hetta er fyrsta tiltakið á dagstovnaøkinum, sum verður hildið í Varpinum. Fleiri av børnum hava kanska ikki verið í Varpinum, tí er tað eisini fyri tey ein uppliving í sær sjálvum. Klaksvíkar Kommuna Í sambandi við at ein 19 ára gamal maður um midnáttarleitið tann 17. februar 2024 var funnin lívleysur uttanfyri No 12, sum er eystanfyri skýlið á Tórsvølli í Gundadali, sóknast politiið eftir møguligum vitnum, sum hava verið har um leiðir og sæð mannin ella hoyrt um hendingina. Tann 19 ára gamli maðurin doyði dagin eftir á Landssjúkrahúsinum. Heldur tú teg hava sæð ella hoyrt okkurt, sum hevur við hendingina at gera, vinarliga ring á politistøðina á tlf. 114 ella 351448. POLITIET SØGER VIDNER I forbindelse med at en 19 år gammel mand ved midnat den 17. februar 2024 blev fundet livløs uden for No 12, øst for stadiumet Tórsvøllur i Gundadalur, søger politiet efter mulige vidner, som har været i området og set manden eller hørt om hændelsen. Den 19-årige mand døde dagen efter på Landssygehuset. Hvis du mener, at du har set eller hørt noget, som kan knyttes til hændelsen, ring venligst til politistationen tlf. 114 eller 351448. Føroya Politi Landverk setur nýtt rørportur í til innkoyringina til Árnafjarðar bygd. Arbeiðið byrjar hósdag 29. feb. 2024, og arbeitt verður í uml. 14 dagar, ella so leingi arbeiðið varar. Meðan arbeiðið er í gongd, verður farleiðin tarnað. Heitt verður á fólk um at fylgja skeltingini á staðnum. Klaksvíkar Kommuna |
Greinar
May 2024
|