Fyrsta skúlavikan eftir summarfrítíðina er farin afturum, og hvørt fríkorter hava børn verið at sæð á nýggja spæliplássinum, har tey kunnu reiggja, klintra og hoppa trampolin. Frammanundan var eisini fótbóltsvøllurin í økinum, og hann verður framvegis nógv brúktur.
Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini Børn og ung fegnast um betraðu umstøðurnar, og hon hevur sæð við egnum eygum, hvussu væl børnini trívast í nýggju umstøðunum.
- Umstøðurnar at spæla eru blivnar nógv betri, og nú er økið eisini fríðkað við blómum og øðrum, so her er blivið ordiliga gott og vakurt hjá børnunum at vera. Tey brúka tað nógv í skúlatíð og børnini í Snjallubjallu hava eisini tikið tað til sín, umframt at tað jú er alment og frítt hjá øllum at brúka, sigur Beinta Klakstein.
Forkvinnan í Trivnaðarnevndini Børn og ung vísir eisini á, at økið nú er opið og lætt hjá øllum at sleppa til, og tí er tað eisini gleðiligt, at tað við fríðkan er blivið vakrari og hugnaligari at vera uttanfyri.
- Skúlabyggingin er ein stór verkætlan, sum sjálvandi setir sín dám á økið, og tí er tað umráðandi fyri trivnaðin hjá børnunum, at tey hava góðar umstøður at spæla í fríkorterum og eftir skúlatíð, og her í heila tikið er hugnaligt og pent at vera, sigur hon.
Kelda: www.klaksvik.fo
SáH