
Í samband við mongu tiltøkini fyri at fáa útisetar at flyta heimaftur til Føroyar og at bjóða ferðafólki til okkara vakra land, hevur Eysturkommuna fingið framleitt ein stuttfilm, ið lýsir vøkru náttúruna og fjølbroytta lívið í kommununi. Boðskapurin er einkul og greiður: Vælkomin heim!
– Vit eru errin av at búgva her, og vit eru errin av okkara vøkru náttúru og fjølbroytta umhvørvi, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri. Her er fjálgt og gott at slappa av, samstundis sum vit eru framsøkin og jagstra dreymar – nakað, ið eisini sæst aftur í avrikum hjá eysturbúgvum bæði innan ítrótt, mentan og vinnulív. Men bústaður okkara er eisini opin, og við opnum ørmum bjóða vit tilflytarum vælkomnum heim.
Síðan 1. januar í ár er fólkatalið í Eysturkommunu vaksið við áleið 60 borgarum, og kommunan ynskir at hesin vøksturin heldur áfram. Tískil er hesin stutti filmurin, ið gøtumaðurin, Torfinnur Jákupsson, hevur gjørt upptøkurnar til ígjøgnum summarið 2014, framleiddur fyri at eggja fleiri útisetum til at velja Føroyar, og sjálvandi eisini at bjóða øðrum tilflytarum og vitjandi vælkomnum til kommununa.
Síggj filmin á https://vimeo.com/107690438.
Meira kann síggjast um Eysturkommunu á www.eysturkommuna.fo.