Eitt uppskot frá einum NP lesara varð nevniliga, at ein fekk møguleikan at býta tær 3,2 milliónir í hvønn Krússapott, so at vinningurin ístaðinfyri bleiv 1,1 millión og tað uppskotið hevur KVF tikið til sín.
Eisini søgdu vit tá á sinni, at ein burdi vunnið eina peningapulju áljóðandi 10.000 kr, tá ið man ringdi inn við einari røð. Tað bleiv fyrstu ferð 5.000,00 kr - men síðan blivu eyka spæl gjørd, so at ein vann 25.000 kr inn - um tú ringdi inn og hevði tvey tey aftastu tølini røtt á tínari plátu.
So ein kann gott siga, at Gekkurin hevur lurtað eftir Norðoya Portali og tað, sum tit lesarar hava skrivað til okkum og sum vit so síðan hava sent víðari til KVF stýrið. Spennandi verður at spæla í kvøld - um ikki ein vinnur - so í hvørtfall at vita, hvat fyri broytingar vera í kvøld.
JáH (y) 15.06.2018