Við facebooksíðu okkara ynskja vit at kunna um tænastur okkara, tiltøk, kappingar o.a.
Harumframt ynskja vit at gera tað enn lættari hjá tær, at seta teg í samband við okkum.
Tú ert altíð vælkomin at senda okkum eini boð umvegis Facebook. Eru spurningar annars ert tú vælkomin at ringja til kundatænastuna á tel. 475000.
Minst til trygdina
Vit ráða tær til ikki at senda okkum persónligar upplýsingar so sum kontunr., p-tal, kotur og aðrar viðkvæmar upplýsingar umvegis Facebook.
Ikki persónlig ráðgeving
Legg til merkis at vit ikki veita persónliga ráðgeving umvegis Facebook. Ynskir tú eitt kundaprát, ert tú vælkomin at seta teg í samband við ein av kundaráðgevum okkara á telefon 475000.
Vitja facebooksíðu okkara her: https://www.facebook.com/#!/pages/Nor%C3%B0oya-Sparikassi/594268530587497
18. oktober 2013
Kelda: NS