Í gjár vóru 390 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Øll tey smittaðu hava fingið boð.
3774 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 1985 smittað, nýggju eru innløgd, harav fimm vegna korona, og fýra eru innløgd av aðrari orsøk.
Ein broyting er framd í skrásetingini av hagtølum um korona. Talið av innløgdum vísir framyvir talið av persónum, sum eru innlagdir vegna korona. Tað vil siga, talið av persónum við korona, sum eru innlagdir av aðrari orsøk, verða ikki fevndir av yvirlitinum yvir hagtøl um korona í Føroyum.
Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri