NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Klaksvíkar býráð samtykt at arbeiða við burðardygd

1/7/2022

Comments

 
Picture
Á býráðsfundi í gjár samtykti Klaksvíkar býráð at fara undir eina tilgongd, har arbeitt verður miðvíst við teimum 17 Heimsmálunum fyri burðardyggari menning.

Endamálið er at arbeiða við burðardygd í allari kommununi.  Málið hevur verið til viðgerar í øllum nevndum býráðsins. Full undirtøka var í nevndunum fyri at seta burðardygd á breddan.

Næsta stig er, at fyrisitingin skal gera uppskot um, hvussu hetta arbeiðið kann skipast og grundfestast í tí umsitingarliga og politiska arbeiðinum.

Nógv er gjørt á umhvørviøkinum í Klaksvíkar kommunu, men framtíðar avbjóðingarnar krevja, at enn fleiri tøk verða tikin á grøna økinum.     

- Umhvørvispolitikkurin fyri kommununa bleiv samtyktur í 2017. Hann skal endurskoðast innan alt ov lang tíð er fráliðin. Nógv er hent á umhvørvisøkinum seinastu fimm árini, men um kommunan skal ganga á odda á hesum øki, er neyðugt við at gera ein nýggjan og framskygdan umhvørvispolitikk, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

Dømi um øki, ið kommuna vil arbeiða við eru: umhvørvið, býarskipan, undirstøðukervið, trivnaður og heilsa, mentan, vinnumenning, innovatión, útbúgving, veðurlag, orka og lívfrøðiligt margfeldi.

Um hetta skal bera á mál, er neyðugt at allir partar í kommununi taka tøk saman fyri at menna øll øki í kommununi.

-        Klakvíkar kommuna eigur at ganga undan, men skulu vit røkka útslitum, er neyðugt at arbeiða saman. Vit vilja arbeiða saman við privatum fyritøkum, almennum mynduleikum, áhugabólkum og borgarum, soleiðis at vit í størri mun virka fyri burðardyggum loysnum, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

Klaksvíkar kommuna er tilvitað um at alt kostar, eisini at arbeiða við Heimsmálunum. Peningur er ikki settur av til hetta arbeiðið í fyrsta umfari. Fyrsta stigið er at gera yvirlit yvir, hvat longu er gjørt á burðardygga økinum í mun til Heimsmálini. Síðan verða fokusøki ásett og átøk framd, sum stuðla undir burðardygga menning, sum merkir, at vøkstur og menning taka fyrilit fyri tilfeingi, náttúru og fólki. Tvørtur um ættarlið.

Picture
Hvørji eru heimsmálini ?
Sameindu tjóða (ST) samtykti í 2015 “Agenda for Sustainable Development”, vanliga rópt ‘Tey 17 heimsmálini”’. Ítøkiliga heitir samtyktin hjá ST á heimsins tjóðir, um at virka fyri at fremja 17 burðardygg menningarmál.

​Málini eru sett fyri tíðarskeiðið 2015 til 2030, og skulu seta eina greiða kós fram ímóti burðardyggari menning til gagns fyri bæði menniskju og náttúru. Talan er um 17 mál og 169 undirmál.
​
Les meira um heimsmálini her: Heimsmálini hjá ST
Picture
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.