Kinga er fødd og uppvaksin í Gdansk í Póllandi, men nú býr hon í Klaksvík í Føroyum. Hon er limur í Integratiónsnevndini í Klaksvíkar kommunu, har hon saman við øðrum tilflytarum skiftir orð við býráðspolitikkarar um, hvussu integratiónin í Klaksvíkar kommunu kann skipast uppaftur betur.
Kinga hevur búð í fleiri ymiskum londum, men seinastu trý árini hevur hon búð her í Klaksvík. Og hon hevur tí royndir við at integrera seg í føroyska samfelagið.
Les meira HER
JáH (y) 19.10.2015
Kelda: Klaksvíkar Kommuna