
Hvussu brúki eg posarnar?
Hvíti posin: Í hvíta posan ber til at lata alt reint papp og pappír í, t.d. tíðindabløð, lýsingabløð, brævbjálvar, matvøru-pakningar og allar eskjur úr pappi. Innihaldið í hvíta posa verður sent til endurvinningar. Les meira um hvíta posan her: Hvíti posin
Harafturat kanst tú lata reint bleytt plast í hvíta posan. Minst bara til at samla bleyta plastið í ein kláran posa, áðrenn tú letur hann í hvíta posan.
Reyði posin: Reyði posin skal brúkast til serliga dálkandi burturkast, so sum battarí, ljósperur, spreydósir, smærri elektroniskar lutir og kemikaliu. Ein partur av innihaldinum í reyða posa verður sent til endurvinningar, meðan restin verður sent til trygga burturbeining uttanlands. Les meira um reyða posan her: Reyði posin.
Grái posin: Grái posin er til dagliga restburturkastið, sum ikki kann fara í hvíta posa, reyða posa ella á endurvinningarplássið. Ruskið í gráa posa verður brent. Les meira um gráa posan her: Grái posin.
Fá fleiri góð ráð um posarnar her: Góð ráð
Føroysk framleiðsla
Øll trý posasløgini, sum húskini fáa hesa ferð, eru framleidd hjá Vespack í Vestmanna. Posarnir eru gjørdir úr endurvunnum haldgóðum plasti, sum hóskar væl til føroyska veðurlagið.
Klaksvíkar Kommuna