NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Hví vera leiðarastørv hjá Klaksvíkar Kommunu ikki lýst leys at søkja

26/3/2022

Comments

 
Picture
​Tað ruggar ikki alt rætt í Klaksvíkar Kommunu, tey orðini havi eg sagt ofta, men synd at siga at KK lurtar eftir.

Tað kemur meira enn so fyri at leiðarastørv hjá Klaksvíkar Kommunu ikki vera leys at søkja og tað má átalast upp á tað harðasta, øll mugi hava møguleikan at søkja størvini í býnum og tað má vera liðugt við vinar og kenningarpolitikki. Tað høvdu vit nokk av í undanfarnu samgongu, so eg vóni at Karl Johansen fer at rudda upp í hesum og ikki loyva summum samgongulimum at ganga sínar egnu leiðir hesum viðvíkjandi.

Vit hava eisini verið út fyri, at Klaksvíkar Kommuna hevur brúkt omanfyri 40 milliónir uppá ein bygning mitt í býnum og har útvaldar handlar og fyritøkur nú búðleikast og handla við stórum fyrimunum til aðrar handlar í býnum, tí tað frættist, at leigan er látuliga lítil og slett ikki í tráð við kostnaðin at gera risa hølini til hesar handlar, tí hølini kostaði langt omanfyri 40 milliónir og har handlar og fyritøkur komu inn, uttan at almenningur fekk at vita, hvat leiguprísurin var og tískil fingu hesir handlar stórar fyrimunir, tá hølini skulu latast útvaldum og høvdu hinir handlarnir og onnur í býnum fingið vita prísin, so høvdu sjálvandi fleiri bjóða seg fram. Nevnast kann eisini at 15 milliónir blivu burtur og sum vóru avsettar til bygningin og tískil bleiv hendan samgongan noydd til at læna 15 milliónir og meira afturat fyri at gera bygningin lidnan.

Eg eri av og á innanfyri samgonguna, tí er eri fyrsti eykavaldi í Fólkaflokkinum og tá royni eg at rudda eitt sindur upp og í seinasta samgongufundi nevndi eg nøkur mál sum eg haldi vóru ivasom í býnum, men samgongufundirnir eru í trúðani og tí kann eg ikki koma inn á tey málini, men tá ið tey so koma alment fram, so kann eg siga mína erligu meining.

Glaður fyri at vit fingu staðsetningina hjá Norðoya Bjargingarfelag samtykta á næstseinasta býráðsfundi og at tað nú loksins sæst ein endi á at umvælingin av Bollafabrikkini verður liðug.

SáH

Her grein tann 20.august 2021

Picture
Hetta skrivar Norðlýsið í gjár “Jógvan Skorheim, sum er partur av Fríðu takkaði fyri, at henda drúgva tilgong nú endiliga er komin á mál, býnum og miðbýnum at frama.”

Er tað virkuliga so langt úti, at fyrrverandi borgmeistarin Jógvan Skorheim hevur verið innblandaður í niðaru hæddini á Biskupstorgi alla tíðina og brúkt 43 milliónir til ein handil sum hann sjálvur er partur av? og vit skattagjaldara skulu gjalda?

Havi eisini tonkt mítt, hví Jógvan Skorheim er innblandaður í Biskupstorgi? men tað fingu vit so fingið játtað frá Norðlýsinum í gjár upp upp á blank papír og er tað eisini orsøkin til at Fríða fær tær flestu av uppgávunum frá Klaksvíkar kommunu og at dagligi leiðarin á Biskupstogrinum eisini kemur frá Fríðu?

Hvussu hongur alt saman Karl Johansen? skulu vit gjalda handilshølir, har ein býráðslimir eru partur av tí størsta handlinum í Biskupstorginum?

Leigan er 900.000,00 kr. fyri alla veghæddina um árið og tað er látuligt, tá ið tonk verður at vit skattaborgarar hava goldið 43.000.000,00kr., 43 milliónir til veghæddina, mín spurningurin til Klaksvíkar Kommunu er hesin, hvat er leigan hjá einstøku handlunnum og hvør hevur bestemma leiguprísin?

Hví skrivar Norðlýsið ikki um hetta óskili viðvíkjandi Biskupstorginum, hvat gongur fyri seg aftanfyri gardinurnar í Klaksvíkar Kommunu og hvør tekur avgerðirnar, er tað Jógvan Skorheim ella verandi samgonga?

Hjartaliga tillukku Klaksvíkar Kommuna við veghæddina á Biskupstorginum, tit eiga nú dýrastu handilshølir í Føroyum og kanska í danska kongaríkinum pr. fermetrar.

Er hetta ikki kappingaravlaðandi? og hvar er kappingarráðið í hesum málinum? 

Góðan byr øll somul.

Símun á Høvdanum


Her greinin á Norðlýsinum, klikk her: “Torgið latið upp”

Her filmsklipp frá Kringvarp Føroya um Biskupstorgi, klikk link her “36. mió. fyri virksemið í veghæddini”

Picture
Lýsingarprísir, klikk á bannaran omanfyri
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.