Verkætlanin er eitt samstarv millum byggifyritøkuna Bulur, Tórshavnar kommunu, Sinnisbata, Palla Gregoriussen, arkitekt, og Bústaðir.
Talan verður um 38 nýggj hús/íbúðir, har tað verða fýra ymisk íbúðarsnið. Byggingin kemur at líkjast nógv byggingini av teimum 22 íbúðunum/húsunum á Óðinshædd, sum Bulur eisini hevur staðið fyri.
Byggiverkætlanin hjá Buli fevnir um trý byggistig, har 12 íbúðir verða í fyrsta byggistigi, 16 í øðrum og 10 í triðja og seinasta. Fyrstu 12 íbúðirnar eru tær hjá Sinnisbata.
Samlaða byggitíðin verður hálvttriðja ár. Nú verður grivið omanav, so verður endalig støða tikin til arbeiðsgongdina. Sambært avtaluni verður byrjað at stoypa tann 1. september.
Borgarstjórin setti sjálv grabban í við stóru Komatsumaskinuni í tí góða veðrinum í gjár.
Kelda: Tórshavnar Kommuna