Her eri eg saman við fyrireikarnum av Gospel túrinum Eyðun Jacobsen og hann er altíð í góðum lag.
Tá ið Norðoya Portalurin vitjaði við myndatólinum var tað bólkurin Oasubrøðurnir sum sungu og spældi.
Luttøkan hevur verið sera góð til hendan túrin, omanfyri 300 fólk eru á túrinum segði Eyðun og tað er met.
Veðrið er av tí besta og gott lag á øllum fólkum og segði Eyðun at felagssangurin eydnaðist sera væl í gjárskvøldið, men tá var myndamaðurin á NP farin í song.
Starabúrið sendir beinleiðis frá túrinum á www.stream.fo og er tað sjálvur Victor Dánjalsson sum er vertur.
Her nakrar myndir: