NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Gigni í snotuligum hølum á Fornagørðum í Klaksvík

10/3/2016

Comments

 
Billede
Deildin hjá Gigni í Klaksvík er nú flutt í nýggj og snotulig hølir á veghæddini í Húsinum á Fornagørðum, sum Klaksvíkar kommuna hevur útvegað, og tí bjóða Gigni og kommunan til almenna móttøku í hølunum hósdagin 10. mars 2016 frá kl. 14 til 16, har høvi verður at síggja umstøðurnar og heilsa upp á leiðslu og starvsfólk.

Bygningurin hjá BankNordik við Klaksvíksvegin í Klaksvík eitur nú Húsið á Fornagørðum, sum kemst av, at bygningurin liggur á Fornagørðum, sum er gamalt staðarnavn í Klaksvík.

Í hesum bygningi hevur Klaksvíkar kommuna – í sera góðum samstarvi við ymsar almennar stovnar – innrættað hølir til fleiri ymsar deildir og tænastur innan trivnaðarøkið og barna- og ungdómsøkið.

Húsið á Fornagørðum er í trimum hæddum, har ovasta hæddin í løtuni hýsir Barnaverndar-tænastuni í Norðoyggjum, Námsfrøðiligu Ráðgevingini og deildini hjá Sernámi í Norðoyggjum, sum har fáa gagn av at verða undir sama taki og í góðum umstøðum.

Miðhæddin á Fornagørðum verður um eina tíð innrættað til áður nevndu stovnar, sum tá flyta niður á miðhæddina, samstundis sum Heilsutrygd fer at flyta inn á ovastu hædd.

Umleið helmingurin av niðastu hædd, veghæddini, er nú innrættaður til Gigni – Heilsufrøði til børn & ung – sum nú er flutt inn í hesi nýggju hølini í Húsinum á Fornagørðum í Klaksvík. Samstundis verður arbeitt við at fyrireika innrætting av restini av veghæddini til aðrar stovnar innan málsøki, sum kunnu fáa gagn og gleði av at verða undir sama taki.

- Húsið á Fornagørðum er eitt av málunum, sum vit hava raðfest høgt hetta valskeiðið, og tí eri eg ógvuliga fegin um, at vit er komin so væl áleiðis við hesari spennandi verkætlan, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum í farnu viku var á gátt hjá Gigni og hugdi at snotuligu umstøðunum á Fornagørðum.

- Uttan tað sera góða samstarv, sum vit hava við ymsu stovnarnar, hevði hetta ikki verið gjørligt, og tí vil eg fegin takka Bjartu Vilhelm, stjóra í Gigni, fyri sera gott samstarv, nú vit í felag vilja geva øllum høvi at síggja nýinnrættaðu hølini á Fornagørdum.

- Saman við Gigni bjóða vit øllum áhugaðum til almenna móttøku hósdagin 10. mars frá kl. 14:00 til 16:00, har millum annad tónleikaframførsla, lætt ábit og røður verða á skránni, og har øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Dagliga starvast Maria Matras og Karin Lassen, heilsufrøðingar, á deildini hjá Gigni í Húsinum á Fornagørðum, og vóna tær báðar at fáa nógv fólk á gátt hósdagin 10. mars 2016 frá kl. 14 til 16.

Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.