Sjálvur heldur Tony Toledo, at tað onki hevur við grindadráp at gera - at Týr spælir konsertferð í Amerika, men at her eru nøkur fólk, sum elska Metall tónleik og tað er tónleikurin, sum fólk savnast um og elska.
Hann skrivar eisini á Facebook, at tað er láturligt av Sea Shepherd viðhaldsfólkið at ákæra seg - fyri nakað, sum hann ikki hevur luttikið í. Hvussu kann ein taka slík fólk seriøst, spyr Tony Toledo.
Týr ferðast víðari í Amerika - men maðurin aftanfyri Sea Shepherd blívur við at skriva lort um Týr og roynir at fáa síni viðhaldsfólk at gera sítt til - at Týr til endans stendur uttan mikrofon og pall. Men sjálvt um haturbrøvini kunna vera mong í talið, so er tað onki sum bendir á - at Týr fer at enda sína konsertferð í Amerika - orsaka av Sea Shepherd idioti.
JáH (y) 23.05.2018