
Fundurin á Fólkatinginum í Danmark hevur nú vart í góðar tveir tímar og nú er ein lítil steðgur, áðrenn seinna helvt av fundinum byrjar aftur. Spennandi & áhugavert hevur tað verið at fylgt við ...
Fylg við seinnu helvt HER
Tosað bleiv hvussu vit føroyingar drepa grind og eisini bleiv tosað um ferðavinnuna, har tað kann (nærum) prógvast, at Sea Shepherd hevur verið skaðandi fyri Føroyar, tá 10 - 12 ferðaskip avlýstu teirra ferð til Føroyar, eftir at ein søga um Grindadráp ferðaist verðina runt.
Tað bleiv væl lýst av føroyaski síðu um Grindadrápið, og ikki kann sigast annað enn at hetta varð ein áhugaverdur fundur um góða føroyska Grindamentan. Grindalógin fekk eitt sindur av kritikki, tá ein kann fáa 2 ára fongulsstraff fyri ikki at boða frá grind - men generelt, so bleiv hetta gott greitt frá av Jacob Vestergaard.
Føroyingarnir vóru væl umboðaðir og fyrri helvt av fundinum gekk væl fyri seg, og vit komu bara væl frá tí. Sjá annars myndarøð niðanfyri - har tú sær hvør hevði orðið á Grindafundinum í fyrru helvt. Í seinru helvt skal so felagsskapurin Sea Shepherd eisini tosað.
Meira um tað seinni ...
JáH (y) 18.11.2015