
Hann var komin við Sandin kl. 08.35 ímorgun og parkeraði sín buss við síðuna av hesum bussinum. 10 min. seinni sá hann nógvan royk og sá at hesin bussurin stóð í ljósum loga.
Hann kannaði um nakar var í bussinum, men tíbetur var ongin í bussinum.
Sløkkiliðið var skjót á staðið, men bussurin stóð ikki til at bjarga og kolaðist upp.
Ongin var í bussinum og tískil ongin fólkaskaðið, men hesin bussurin kemur so ikki at koyra aftur.
SáH