Vit á Norðoya Portali spurdu Øssuri nakrar spurningar um bókina:
Hvussu ber tað til, at tú ert farin í holt við at skriva eina slíka bók, sum hesa ?!?
Fleiri orsøkir. Fyrsta er, at eg sum føroyingur, og stoltur av tí, ikki kann góðtaka at so nógvar lygnir vera spreiddar runt um mítt land og fólk. Síðan so havi eg diskutera so nógv við hasi SS fólkini á facebook, og tað er sum at sletta vatn á gás. Haldi at størsti trupulleikin er, at tey sjálvi trúgva lygnunum.
At geva tað út sum E-Bók - er tað framtíðin ?!?
Eg gevið út á Ebók, tí eg havi ikki ráð til annað júst nú, og so tí at Amazon er um allan heimin, har koma fólk inn at keypa.
Hevur tú altíð havt áhuga fyri at skriva ..?
Ja, eg havi altíð droymt um at útgeva, mest fagrar bókmentir, men eg brenni so nógv fyri hesum, at eg kundi ikki lata vera.
Vit á Norðoya Portali fara at ynskja Øssuri Eysturoy góða eydnu við komandi bók, sum eisini kemur at liggja ókeypis á www.amazon.com í nakrar dagar - meiningin er at longu í annaðkvøld - kanst tú ogna tær bókina hjá Øssuri púra ókeypis.
JáH (y) 17.09.2015