Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og landa bleiv til NFCS.
Hinir bátarnir fingu hetta í dag:
Líðhamar 9.120
Norðsøki 8.500
Bragd 8.000
Brandur 8.000
Teir flestu av bátunum koma aftur áðrenn døgurða.
SáH
Tað gongur gott hjá útróðrarbátinum Stakkavík. Í dag gjørdist teir aftur bestur og høvdu 10.040 pund, 5.760 pund toskur, 4.200 pund hýsa og restin annað fiskaslag.Teir høvdu einans 39 stampar við. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og landa bleiv til NFCS. Hinir bátarnir fingu hetta í dag: Líðhamar 9.120 Norðsøki 8.500 Bragd 8.000 Brandur 8.000 Teir flestu av bátunum koma aftur áðrenn døgurða. SáH Áheitan til samráðingar toymið, nú samgongan næstan er komin uppundir land. Farið og hyggið eftir øllum almennum nevndum og ráðum og gerið eina reglugerð fyri, hvør kann sita í nevndunum og at man ikki kann sita og trekkja løn í fleiri nevndum og samstundis fáa omanfyri 40.000,00 kr. í almennari løn um mánaðin. Her eigur at ruddast upp beinanvegin, tað kostar skattaborgarnum omanfyri 15. milliónir um árið, so her er hópin av pengum at sparast. Her kunnu tit fáa upplýsingar um almennar nevndir og ráð, sjá niðanfyri. Almennar nevndir og ráð Løgmansskrivstovan hevur savnað nógvar upplýsingar um nevndir og ráð, sum landsstýrið á ein hvønn hátt varðar av. Fyri at síggja yvirlitið trýst her Nakrar niðurstøður og lyklatøl – 151 nevndir og ráð eru sambært dátugrunninum hjá Løgmansskrivstovuni (kirkjuráðini eru ikki tald við) – 749 nevndarsessir eru sambært dátugrunninum (kirkjuráðini eru ikki tald við) – Samsýningarnar í almennum partafeløgum eru munandi hægri enn í øðrum nevndum – Mentamálaráðið er ráðið, ið varðar av flestum nevndarsessum (185), men MMR liggur á 5. plássi, tá talan er um fastar samsýningar. – Árligu føstu samsýningarnar eru 12 mió kr. (2019) – Í 2013 vóru 2,8 mió. kr goldnar út í fundarsamsýningum/fundarpengum (gjøgnum skipanina hjá Gjaldstovuni) – Nógv fleiri menn enn kvinnur sita í nevndarsessunum – Fleiri kærunevndir eru, sum ikki eru knýttar til Føroya Kærustovn. Talvur kunnu síggjast her. (Tøl og upplýsingar frá 2013) Kelda: Løgmansskrivstovan Símun á Høvdanum Í samband við, at ein nýggj borgarlig samgonga roynir at fáa seinastu bókstavirnir niður á samgonguskjalið, heitir formaðurin í Navigatørfelagnum limirnir, sum samráðast, um at geva manningunum betri treytir í lógini um tilfeingi. – Mítt hægsta ynski er, at manningin fær betri kor í fiskivinnuni, og tað hendir við at avtaka uppboðsøluna soleiðis, at manningin veit hvat hon hevur at arbeiða við, sigur Anfinnur Garðalíð, formaður í Navigatørfelagnum. Nýggja lógin hevur sakpt ein alt ov stóran ótryggleika, og alt ov nógvar spekulatiónir, tí at loyvini eru atskyld frá skipunum, soleiðis at tað ikki er skipið, men rættindahavarin, sum hevur valdið, sigur Anfinnur Garðalíð. – Eitt dømi kann vera, at ein rættindahavari hevur nú møguleikan, at siga at ein skipaeigari kann fiska eina kvotu, og síðan fáa 40% av søluvirðunum, meðan rættindahavarin til kvotuna fær 60%. Manningin skal so avroknast fyri tey 40%, av tí, at rættindahavarin ikki eigur skipið, og hevur manningina í starvi, ístaðin fyri, at manningin varð avroknað fyri tey 100%, sum man gjørdi fyrr, sigur Anfinnur Garðalíð. Hugskotið við nýggju lógini var, at man skuldi minka um umsetiligheitina, men tað er ikki eydnast, heldur hinvegin, sigur Anfinnur Garðalíð, formaður í Navigatørfelagnum. – Í lógini stendur, at rættindahavarin kann vera persónur ella felag, og har hava vit eitt dømi um, at eitt felag hevur selt sítt skip av landinum, og síðan hevur felagið, sum átti kvoturnarselt tær til eitt annað felag í Føroyum, so umsetiligheitin er har framvegis, og hava rættindini ongantíð verið so umsetilig sum júst nú við tí nýggju lógini, sigur Anfinnur Garðalíð, formaður. Anfinnur Garðalíð tekur annars undir við tí, sum Jan Højgaard sigur, og heitir á partarnar um at knýta loyvini at skipunum aftur. Anfinnur Garðalíð, Formaður FSN Brekið, ið hevur ávirkað fartelefontænasturnar hjá Føroya Tele uttanlands, er nú rættað. Data, tala og sms rigga sostatt aftur í útlondum. Sunnukvøldið kl. 19 varð eitt álvarsamt brek staðfest á fartelefontænastunum hjá Føroya Tele uttanlands. Brekið hevði við sær, at fleiri kundar, sum vóru staddir uttanlands, upplivdu trupulleikar við at brúka fartelefonina. Tíðliga í morgun, týsmorgunin, varð brekið rættað, og tænasturnar rigga nú aftur sum vanligt. Arbeiðið at greina brekið hevur verið sera umfatandi, og arbeitt hevur verið uttan íhald saman við útlendskum veitarum og undirveitarum, síðani brekið varð staðfest. Brekið var sera umfatandi og rakti millum annað eitt altjóða knútapunkt, har ið øll ferðsla hjá kundum uttanlands fer ígjøgnum. Fyri fleiri kundar hevði hetta við sær, at fartelefonirnar ikki kundu samskifta við útlendskar televeitarar, sum Føroya Tele hevur avtalur við. Tískil fekst ikki samband við nakað farnet. – Fleiri av okkara kundum vórðu rakt av brekinum, og tað harmar okkum almikið, at hetta skuldi henda. Vit biðja um umbering. Nú er okkara arbeiði at tryggja, at tílíkt ikki endurtekur seg, sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti. Eru framvegis kundar, ið uppliva trupulleikar, kunnu hesi seta seg í samband við Føroya Tele á tel. 808080 ella [email protected]. Kelda. Føroya Tele SáH Man skuldi trúð at man var í tryggum hondum, tá ið man hevði eitt fartelefonhald frá Føroya Tele, men tað er lívshættisligt at hava tilíkt hald, tá ið ein er staddur í Danmark. Vit í Eysturjyttlandi í Danmark hava ikki havt fartelefonsamband síðani einaferð í gjárskvødlið og nú, tá ið vit koyrdu á motorvegnum á veg frá Aarhus til Trustrup í Djúrslandi, so rendu vit okkum í eitt “skybrud” og bilurin fór siglandi eftir vegnum, men tíbetur hildu vit okkum á vegnum, men hvat nú, um vit rendu út av vegnum og ein skuldi ringja um hjálp, so var onki at gera ella um man er í húsinum úti á Bølandinum og ein fær blóðtøpp og ein skal boða frá og fáa hjálp beinanvegin og einasti tekstur sum stendur á telefonini “ingen tjeneste” Hetta er also slett ikki gott nokk og bert geva okkum hesar upplýsingingina á heimasíðuni eru undir allan kritikk: BRÁÐTÍÐINDI: Álvarsamir trupulleikar við fartelefonsambandi uttanlands. Kundar uppliva annaðhvørt ringt ella einki fartelefonsamband. Talan er bæði um data, sms og talu. Arbeitt hevur verið upp á trupulleikan síðan kl. 18 sunnukvøldið, men framvegis er hann ikki loystur. Haldið okkum vinaliga til góðar. Klokkan er nú 18:51 mánakvøld tann 09.09.2019 og vit hava onki fartelefonsamband havt í meira enn eitt døgn. Skuldi ringja til fleiri handilskontaktir í dag, men tað er alt farið aftur við borðinum og tað kann fáa stórar fylgjur fyri mína fyritøku. Vónandi fáa vit fartelefonsamband skjótast aftur og vónandi fáa vit eitt risa endurgjald frá Føroya Tele, tá ið feilurin einaferð verður funnin og vit aftur fáa samband við útheimin og vit sum eru í Danmark í løtuni, kunnu tosað við okkara kæru í Føroyum. SáH Jóna Østerø nýggjur samskipari av samdøgursrehabiliteringini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu8/9/2019 Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur sett Jónu Østerø í starv sum samskipara av rehabiliteringini á Sambýlinum á Heygnum. Jóna verður knýtt at einum tvørfakligum toymi, har hon saman við ergoterpeutum og fysioterapeutum hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu hevur ábyrgd av samdøgursrehabiliteringini. Jóna Østerø, sum er kandidatur í sjúkrarøktarfrøði, fer í tøttum samstarvi við ergoterpeutar, fysioterapeutar og røktarstarvsfólkunum á Sambýlinum á Heygnum, at menna tilboðið um samdøgursrehabilitering. Endamálið er m.a. at stuðla fólkapensjónistinum at megna sín egna gerandisdag í tann mun tað ber til, soleiðis at borgarin aftur kann fáa eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív. Samdøgursrehabilitering er skipað sum eitt døgntilboð, sum kann vara í nakrar vikur, men sum krevur, at borgarin eisini hevur eitt ynski um at endurvinna mistar førleikar. Jóna Østerø er úr Klaksvík. Hon er sjúkrarøktarfrøðingur og hevur júst tikið kandidatsútbúgving í sjúkrarøktarfrøði. Í síni útbúgving hevur Jóna lagt dent á tann eldra medisinska sjúklingin/borgaran bæði innan sjúkrahúsverkið og í kommunalum høpi, og granskaði í hesum sambandi m.a. í NBH. Jóna tók við starvinum 1. sep. 2019. Norðoya Bú- og Heimatænasta ynskir Jónu vælkomnari og blíðan byr. Kelda: Klaksvík.fo SáH |
Greinar
December 2024
|