Tær eru nú í Luna og hava fingið eitt heitt brúsibað og heit klæðir.
Avgjørt er at róðurin hjá master kvinnum ikki verður rógving í dag.
Kvinnurnar hava eisini fingið í boðið kreppuhjálp
Kappróðurin verður tikin uppaftur klokkan 16:20.
SáH
Stórur dramatikkur á Vestanstevnu, tað hendi okkurt við startinum hjá master kvinnum, tí tá ið teir strammaðu startin upp, lág ein bátur fyri og hann koppaði og allar kvinnurnar endaðu í havinum, men lukkutíð fingu hjálparfólkini allar kvinnurnar upp aftur í øllum góðum og í ein bát. Tær eru nú í Luna og hava fingið eitt heitt brúsibað og heit klæðir. Avgjørt er at róðurin hjá master kvinnum ikki verður rógving í dag. Kvinnurnar hava eisini fingið í boðið kreppuhjálp Kappróðurin verður tikin uppaftur klokkan 16:20. SáH Kære alle Det er svært for os at sætte ord på dagens tragiske ulykke, hvor en pige har mistet livet, og en dreng er kommet til skade. Vores dybfølte tanker er hos pigen og pigens pårørende, familie og venner. Vores tanker går også til drengen, vores medarbejdere og de mange besøgende, der var i parken tidligere i dag. Vi samarbejder med Østjyllands Politi og afventer nu de tekniske undersøgelser vedrørende ulykken. Der er etableret en hotline, hvis du har været i Tivoli Friheden og har brug for professionel krisehjælp eller er pårørende på tlf.: +45 70221266 (Tast 1). Du kan også ringe til Offerrådgivningen i Østjylland, som tilbyder hjælp til ofre, vidner og pårørende, der har været vidne til ulykken. Du kan kontakte offerrådgivningen på tlf.: +45 23686056. Børnetelefonen har døgnåbent for børn og unge, som har brug for at tale med nogen – du kan sms’e eller ringe på +45 116111. Vi opfordrer endnu en gang til, at man ikke deler billeder eller videoer, som måtte være taget i forbindelse med ulykken. Tivoli Friheden holder ikke åbent i morgen fredag den 15. juli. Vi opdaterer friheden.dk, så snart vi har yderligere information. Tivoli Friheden Í kvøld, 13. juli, kl 19.00 verður Altjóða guðstænasta í Gøtu kirkju v/Marjun Lómaklett, presti. Kórið Silvitni syngur. Aftaná gudstænastuna verður góður nátturðabit. Øll eru hjartaliga vælkomin! Tonight, the 13th of July, at 7pm there is International Service in Gøtu Church with Marjun Lómaklett, integration vicar. The choir Silvitni, will sing. Supper after the service. All are welcome. Gøtu Kirkja Nýrafelagið heitir staðiliga á avvarandi mynduleikar um at gera nakað munagott fyri at betra umstøðurnar hjá hemodialysusjúklingum í Føroyum. Tað er ikki rímiligt, at hemodialysusjúklingar skulu ferðast langt til lívsneyðugu dialysuviðgerðina, sum tey hava brúk fyri fleiri ferðir um vikuna. Hemodialysuviðgerð má verða tøk á Suðuroyar sjúkrahúsi - og har tað annars er tørvur á tí - sum skjótast. Nýrafelagið og onnur áhugaði hava í fleiri ár arbeitt við at fáa hemodialysuviðgerð út á smærru sjúkrahúsini, við tí úrsliti at tvær dialysumaskinur vórðu settar inn í tvey privat heim, har dialysusjúklingarnir sjálvir tóku sær av síni egnu viðgerð. Hetta er prógv um, at dialysa væl kann gevast uttanfyri Landssjúkrahúsið. Vit vilja vísa til tvey brot úr nýggjasta tilmælinum um Sjúkrahúsverk Føroya, sum er frá 2016. “Læknar við ymiskum førleikum eiga harumframt, í tann mun tað letur seg gera, at flyta millum tey trý sjúkrahúsini við tí endamáli at tryggja, at neyðuga tænastan verður boðin út á staðnum, so sjúklingar sleppa undan at ferðast, men fáa góða skikkaða viðgerð í nærumhvørvinum. Um læknar flyta millum tey trý sjúkrahúsini, kann hetta gera, at teir styrkjast sum ein samlað eind. Við atliti at tí medisinska økinum vil ein loysn vera, at tað verða sett á stovn specialiserað ambulatoriuvirksemi í Suðuroy og Klaksvík, har medisinskir serlæknar frá Landssjúkrahúsinum ella møguligir konsulentar koma at taka sær av hesum virksemi.” Brotið úr tilmælinum sigur púra greitt, at her skal sjúklingurin í miðdepilin og Nýrafelagið stuðlar fult út arbeiðinum at etablera hemodialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi. Nú eiga avvarandi mynduleikar at taka sær av hesum, og loysa hesa truplu støðuna beinanvegin. Støðan sum hon er nú, er als ikki haldfør. Hesir sjúklingar, sum talan er um, kunnu fáa eitt nógv betri og virðiligari lív, um bara vilji er til at etablera eina dialysu í Suðuroy. Vegna Nýrafelagið Jórun C. Høgnesen Sigrið Mikkjalsdóttir Henrik Thøgersen Louis Juliusson Fiskaklettur er komin aftur av fiskileið. Teir hava roynt við troli á landleiðini og norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 34.142 pund, tað mesta var tunga og toskur, 9.720 pund tunga, 8.100 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna her. Teir byrjaði túr tann 30. juni. Landa bleiv til NFCS klokkan 09:00 í morgun. SáH FISKAKLETTUR - ( TN 415 )NFCS-07-07-2022 17.071 |
Greinar
April 2024
|