Her er skráin á Ólavsøkuni. Trýst HER
... og vælsignaði: Góða Ólavsøku!
JáH (y) 26.07.2018
Um vit á Norðoya Portali eru lokalir - er kanska onki at ivast í - men tað merkir samstundis ikki tað, at vit ikki eisini fara á Ólavsøku. Her er skráin á Ólavsøkuni. Trýst HER ... og vælsignaði: Góða Ólavsøku! JáH (y) 26.07.2018 Tað hevur valda kolandi heitt veður kring allan heim - og í fleiri londum hevur tað eisini kravt mannalív. Les eisini: Methøg hitastig kring allan heimin Í Japan hevur tað higartil kravt áleið 70 mannalív - orsaka av hitabylgjum. Og í Athen eru minst 74 fólk - orsaka av skógareldum. Í Stórabretlandi rokna tey við einari rekord hitabylgju í dag og somuleiðis rokna tey við heitasta degnum í ár í Danmark. Allastaðni kring allan heim - hava fólk lagt til merkis - hvussu veðrið hevur broytt seg tí seinastu tíðina og vera fólk biðin um, at ansa sær - í tí alsamt vaksandi hitanum. JáH (y) 26.07.2018 Rekordin fyri hita í ár í Danmark - kann saktans bliva sligin í dag, veit EB at siga frá. Á heimasíðuni hjá EB rokna tey við, at hitin kann koma upp á 33,5 stig og at regn verður ymiska staðni eisini í Danmark. Les meira HER JáH (y) 26.07.2018 Kelda: Ekstra Bladet CNN reportarin Kaitlan Collins er blivin bannað, at møta upp til Trump fjølmiðlafund. Undir grundgevingini frá Hvíta Húsinum stendur skrivað, at hon til seinasta fund - spurdi óhøvuskar spurningar til talskvinnuna hjá Trump. Men hesum vil Collins als ikki standa modell til og sigur, at hon einans spurdi um tað - sum hon helt, at tað Hvíta Húsið átti at koma við einari grundgeving fyri. Sjá spurningarnir, sum Collins setti til talskvinnuna hjá Trump HER JáH (y) 26.07.2018 Seks vikur eftir, at Trump segði at atom hóttanin frá Norður Korea varð av - verður tað enn framleitt kjarnufysisk evnir, sum vera nýtt í landinum. Hetta segði Pompeo, tá ið hann møtti upp til uttanríkisfundin í Senatetinum mikudagin, skrivar NTB. Undir avtaluni, sum bæði Kim Jung-un og Donald J. Trump skrivaðu undir - varð ímillum annað tað, at Norður Korea skuldi gevast við at framleiða atomvápn. JáH (y) 26.07.2018 Í Noregi eru tey bangin fyri, at ógvusligi hitin, sum hevur verið fyri tíðina - fer at elva til, at enn fleiri vespir fara at vera í august mánað. - Í ár er "vespa ár" og blanda tað saman við nógvum hita - fer at hava ein eksplosivan vøkstur, sigur Frode Ødegaard, sum er norskur granskari innan økið. Somuleiðis hevur eisini verið sera nógvir hiti í Danmark - sum rokna kann við, at fáa sama trupuleika við vespum sum Noregi í august mánað. JáH (y) 25.07.2018 Ein nevnd í Pennsylvania mælir til, at Bill Cosby verður skrásettur sum ein "sexually violent predator" - ein seksuelt ágangandi yvirgangsmaður. Verður hann dømdur til tað eisini, so merkir tað samstundis at hann skal ganga til terapi og at hann verður skrásettur fyri lívstíð, skrivar Reuters. JáH (y) 25.07.2018 Minst 74 menniskjur hava latið lív í Athen. Mynduleikarnir úr Athen rokna við, at talið ivaleyst fer at vera størri - tá ið alt uppruddingar arbeiðið er liðugt. Á tí meiri jaligu síðuni av hesari syrguligu hending, so blivu áleið 600 børn í Mati bjargaði av sløkkiliðsfólkum, sum bóru seg skjótt av - at fáa tey send vekk við bussum av eldrakta økinum. JáH (y) 25.07.2018 |
Greinar
May 2024
|