Sjá klipp niðanfyri:
JáH (y) 13.06.2018
Tíðindamaðurin Chis Cuomo roynir av øllum alvi, at øsa talskvinnuna hjá Donald J. Trump, Sarah H. Sanders - men hon stendur fast í sínum argumentum og tað virkar ikki hjá Cuomo, at øsa hana í samrøðuni. Sjá klipp niðanfyri: JáH (y) 13.06.2018 Í sambandi við uppsjóvarráðstevnuna Pelagisk Arena í Bergen í dag, hevði Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, fund við sín norska starvsbróður Per Sandberg, har teir báðir fingu høvi til at umrøða áleikandi mál landanna millum. Serstakliga umrøddu teir føroyskt landingarbann uttanlands og komandi strandarlandasamráðingar um svartkjaft, norðhavssild og makrel. Fiskimálaráðharrarnir báðir vóru samdir um, at Føroyar og Noreg hava fleiri týðandi mál at samstarva um, báðum londum at gagni og fer norski fiskimálaráðharrin tískil eftir ætlan at vitja Føroyar í næstu framtíð. Á uppsjóvarráðstevnuni hittust høvuðsleikararnir í norsku fiskivinnuni, umframt fiskimálaráðharrarirnir báðir, har Høgni Hoydal hevði eina framløgu um nýggju føroysku sjófeingislógina og tær framtíðarhugsanir, ið liggja í sjálvari nýskipanini. Tíðindabræv 12.06.2018 Eitt av mínum hjartamálum til seinasta Býráðsval, var at fáa Garðavegin gjørdan lidnan og nú sær út sum at Klaksvíkar Kommuna er farin í holt við tað. Teir hava gjørt ovara gonguteigin næstan lidnan, har manlgar bert at asfalterast og so kunnu vit siga at teir eru komnir í helvt, nú manlgar niðari gonguteigurin at gerast, so vónandi vera allir Garðafrensarin glaðir og eg má siga tað sjálvir, hasari vegagerðini eigi eg og Norðoya Portalurin sín stóra lut í, at hon endiliga verður gjørd liðug, eftir at hava staðið sum ein skomm í nógv Harrans ár. Har hevur undirritaði skriva nógvar greinir og lagt filmsklipp og myndir út, sjá filmsklipp herundir: Rós til Klaksvíkar Kommun, tað var uppá tíðina. SáH Tíðindastovan KCNA úr Norður Korea veit longu at siga frá, at leiðarin úr Norður Korea, Kim Jong-un hevur sagt ja til at møta Trump í Amerika - eftir at Trump bjóðaði honum til fundar aftur, eftir Singapore fundin. Tíðindastovan vil eisini vera við til, at Trump eisini hevur sagt ja til at møta Kim í Norður Korea. JáH (y) 13.06.2018 Tað er allerhelst tann besti fundurin Trump hevur havt í langa tíð - og tá er eisini talan um fundin, eftir at Trump og Kim høvdu tosað saman í Singapore. Undir fjølmiðlafundinum vísti Trump eisini ein propaganda-film, sum bleiv sera væl móttikin av fólkunum til staðar. Sjá filmklipp niðanfyri: JáH (y) 13.06.2018 Vakurleiki er sjálvandi hjá tí, sum hyggur eftir vakurleikanum. Men tað virkar sum um, at fólk eru troytt av kroppum, sum eru diddarak. Universiteti frá Missouri, Kansas spurdi 78 kvinnuligar studentar um at døma kvinnur við trimmaðum kroppi - ímun til kvinnur, sum ein kallar fyri diddarak. Hugt varð eftir kvinnum frá Miss USA vakurleika dystum (har modellirnar mangan eru diddarak) og vísindi vísti tað, at fleiri dámdu betri kvinnur við trimmaðum kroppum - enn kvinnur, sum eru diddarak. Hugt bleiv eftir myndum frá 1999 til 2013 - og har bleiv tað eisini funnið útav, at vanligir/trimmaðir kroppar vunnu oftari tittlar - enn kroppar, sum vóru diddarak. Aftanfyri granskingina sigur Frances Bozsik: - Tað eru síður sum Instragram, Tumblr og Pinterest, sum kunna avgera - hvat vit menniskjur meta vera vakurt. Tað kann jú eisini vera farligt, at vísa á - at tað tú ert diddarak - er sunt. Hetta vísur eisini hvussu ein trimmaður/sunnur kroppur saktans kann standa mát við einum diddarakum modell-kroppi. JáH (y) 18.06.2018 Tann villi basketball-spælarin Dennis Rodman er eisini í Singapore - og fekk hann tá á sinni - sera nógv kritikk tí at hann varð og vitjaði "vinin" hjá sær, Kim Jong-un í Norður Korea. Í hesari video - síggja tit Dennis Rodman fella nøkur tár, tá ið hann byrjar at tosað um fortíðini hjá sær og Norður Korea. Skrivarin hjá Hvíta Húsinum úr Washington hevur fingið fatur í Rodman - har Trump letur heilsa og sigur at hann er ógvuliga stoltur av honum. JáH (y) 12.06.2018 Amerikanski forsetin, Donald J. Trump sigur við fjølmiðlarnir, at hann og Kim Jong-un hava knýtt serligt samband við hvønn annan. Umframt at Kim hevur lova, at Norður Korea gevst við atomvápnum - so hevur Trump bjóða Kim Jong-un ein túr til Amerika. Toppfundurin í Singapore hevur víst seg higartil, at vera ein góður søguligur fundir, har báðir partar hava fingið okkurt gott burturúr. Hetta fer heilt sikkurt eisini at vera gott fyri Donald J. Trump, tá ið hann stillar upp aftur til Forsetavalið í Amerika í ár 2020. JáH (y) 12.06.2018 Ongantíð áður hava tveir sitandi leiðarar úr Amerika og Norður Korea møtst og sigst at tað hevur tikið 65 ár fyri at fáa hesu bæði londini at hittast uppá ein slíkan hátt, sum hendan. Kim segði, at tað varð ikki lætt hjá honum at koma til Singapore, men umstøðurnar gjørdu tað - at tað til endans bleiv til ein veruleiki. Trump varð sera fegin um at møta Kim og helt, at hetta fór at vera ein ovurstór success. Eitt av høvuðsendamálinum við fundinum varð, at Norður Korea ikki skuldi nýta atomvápn longur og tað sigst, at tað gongur Kim Jong-un fult og fast við uppá. JáH (y) 12-06-2018 So møttust teir endiliga. Tann amerikanski forsetin, Donald J. Trump og leiðarin hjá Norður Korea, Kim Jong-un. Hetta er sanniliga ein søguligur fundur og absalutt nakað, sum amerikanski forsetin kann vera stoltur av. Søguligu fundurin ímillum leiðarnir er fylgdur av alheimsins fjølmiðlum og er eitt satt framstig fyri mannaættina. JáH (y) 12.06.2018 |
Greinar
April 2024
|