Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Heilsumálaráðið tann 24. mars 2020 klokkan 07.15
Tað eru nú í alt 122 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 2482 kanningarúrslit. Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk. Heilsumálaráðið tann 24. mars 2020 klokkan 07.15 Fyri løtu síðani frættist at Gadus er farin at sigla heim. Teir hava fulla last og hava roynt í norskum sjógvi. Teir fóru avstað tann 25. januar og hava sostatt verið burturi í tveir mánaðir. Skipari hendan túrin er John Fuglø og væntandi vera teir á Klaksvík fríggjadagin, um veðrið verður hampuligt. News.fo og Norðoya Portalurin ynskja skipara og manning eina góða heimreisu. SáH Olga Maria sum plagar at landa í Leirvík hevur landa í Klaksvík í morgun. Teir hava trola norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 18.900 pund, tað mesta toskur og hýsa, 11.900 pund toskur, 3.300 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Teir byrjaði túr tann 20. mars. Landa bleiv til NFCS klokkan 11:00 í morgun. SáH OLGA MARIA – ( KG 457 )NFCS-23-03-2020 9.450 Næstan ein útav fýra amerikanarum eru nú heima og halda seg innandura. Í dag blivu 27.000 fleiri smittaðir við Corona virus. Amerikanarnir hava funnið ein nýggja skjóta coronavirustest, sum tekur ca. 45 min. at testa fólk og tá er úrslitið av royndunum longu klárt. Fyritøkan Cepheid segði leygardagin, at teir hava fingið loyvið at brúka testina frá FDA og testin blívur nú brúkt á sjúkrahúsum og akuttum móttøkuhølum. Capheid sigur, at ætlanin er at senda testina til øll sjúkrahús runt landi fyrst í komandi viku. Samstundis hevur FDA kunngjørt, at teir eru byrjaður við blóðflutningi frá fólkum, sum eru blivin fríðsk av Covid 19 og sproyta tað inn í sjúklingar. Viðgerðin er roynd í Kina, bæði tá ið SARS sóttin herjaði í 2002 og nú tá ið Corona virussið herjaði. Royndirnar hava verið góðar, har nakrir av sjúklingunum hava fingið færri symptonir og brúkt minni tíð á Sjúkrahúsinum. Dr. Arturo Casadevall frá John Hopkins lærda háskúlanum sigur, at hetta verður nú royndarkort í 24 sjúkrahúsum av teirra sjúkrahúsum, herundir granskara frá Mayo sjúkrahúsinum í Minnesota, Standford University Medical Center og Albert Einstein College of Medicine i New York. Støðan er ikki góð í New York, har smittaði eru nú komin uppá 10.356 fólk, men nú testa tey eisini nógv fleiri fólk sigur andrew Cuomo. New York væntar at ímillum 40 til 80 prosent av fólkunum vilja blíva smittaði. SáH Betri samtakið letur 10 mió. kr. í bráðfeingishjálp til føroyska sjúkrahúsverkið. Stuðulin verður latin til útgerð at kanna og basa corona-farsóttini í Føroyum. “Hetta ger sera stóran mun hjá okkum, tí kostnaðurin av júst hesi útgerð er vaksin sera nógv, nú eftirspurningurin er vaksin so brádliga um allan heim. Vit eru sera takksom. Eg havi verið í sambandi við landsstýrismannin við heilsumálum, sum eisini vil senda eina hjartans tøkk,” sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri fyri sjúkrahúsverkið. Betri Stuðulsgrunnurin hevur sum endamál at stuðla sjúkufyribyrgjandi tiltøkum. Corona-farsóttin er størsta heilsuliga avbjóðing, sum Føroyar hava staðið yvir fyri í nýggjari tíð, og tí var grunnurin ikki í iva um at stuðla hesum týðandi arbeiði. Umframt fíggjarliga stuðulin til sjúkrahúsverkið, hevur Betri bjóðað heilsumyndugleikunum at læna ognir hjá samtakinum til mongu fólkini, ið verða sett í sóttarhald í hesum døgum. ”Betri er eitt serføroyskt samtak, sum kundarnir eiga, ið hevur sum endamálsorðing at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum. Tí liggur tað okkum nær at stuðla í hesum truplu tíðum fyri føroyska samfelagið,” sigur Evy Jacobsen, stjóri í móðurfelagnum í Betri, sum umsitur Betri Stuðulsgrunnin. Betri Eg havi tonk uppá ein spurning. Hvussu við teimum, sum hava verið sjúk og ikki hava kannað seg. Kunnu tey so kannað seg seinni og so fáa staðfest, at tey høvdu Korona? ella um tey høvdu ein vanliga influensu? Hetta hevur týdning fyri tey, sum ikki hava kannað seg, tí høvdu tey so Korona, so eru tey jú immun?🤔🤔🤔 SáH Fyrrapartin eru 11 fólk, ið hava fingið staðfest coronasmittuna, staðfest frísk aftur. Tað vil siga, at í alt 14 av teimum 92, ið hava fingið staðfest coronasmittuna higartil, eru staðfest frísk aftur. ”Fyri at staðfesta, at smittaði fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi,” sigur Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum. Tey, sum hava fingið smittuna, kunnu tískil sleppa skjótari úr sóttarhaldi enn fólk, sum tey hava havt samband við. ”Tey, ið eru í sóttarhaldi, tí tey hava havt samband við ein smittaðan persón, skulu framhaldandi verða í sóttarhaldi í 14 dagar, tí tey kunnu vera smittuberi í tvær vikur,” sigur hann. Heilsumálaráðið Allar gudstænastir í fólkakirkjuni eru avlýstar til og vid 2. Páskadag, tann 13.apríl! Meðan kirkjan eins og restin av samfelagnum eru í undantaksstøðu, leggur Christianskirkjan hetta tídarskeidid eina andakt út kl. 11.00 hvønn sunnu- og halgidag. Sent verður á youtube-kanalini hjá Christianskirkjuni og á facebook-veggi kirkjunnar. Hóast allar vanligar gudstænastur eru avlýstar, eru prestarnir at hitta – eitt nú til samtalur og annað – á telefon og telduposti Skal man hitta prestarnar persónliga, so er best at tit ringja áðrenn. Christianskirkjan Marjun Lómaklett |
Greinar
May 2024
|