Jørgen Niclasen upplýstið eisini, at manglar nakrar perur runt í hinum tunnlinum í Føroyum, so vera tað tikið perur úr Gásadalstunnlinum og flutt til hinar tunnlarnar, so har stendur illa til.
SáH
Jørgen Niclasen hevur hugt í samferðsluætlanina og har stendur 0, 0, 0 og aftur 0 til Gásadalstunnlinum og tað merkir at har verður einki gjørt í Gásadalstunnlinum á hesum sinni og tískil fær onki frá Heðin Mortensen. Jørgen Niclasen upplýstið eisini, at manglar nakrar perur runt í hinum tunnlinum í Føroyum, so vera tað tikið perur úr Gásadalstunnlinum og flutt til hinar tunnlarnar, so har stendur illa til. SáH 8. dagar síðani at sjúkrahústjórin Jóanis Erik Køtlum varð loystur úr starvinum sum sjúkrahússtjóri og forstjóri og enn hevur heilsu- og innlendismálaráðið ikki søkt eftir nøkrum stjóra, bæði til Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Her tíðindi frá heilsu- og innlendismálaráðnum tann 12. mars 2019. Jóanis Erik Køtlum gevst sum sjúkrahússtjóri og forstjóri Jóanis Erik Køtlum hevur valt at siga seg úr starvinum sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri fyri sjúkrahúsverki Føroya. Jóanis Erik ynskir at verða loystur úr starvi skjótast til ber, og hevur Heilsu- og innlendismálaráðið játtað at ganga umbøn hansara á møti. Jóanis Erik Køtlum gevst sostatt í starvinum frá 12. mars 2019 at rokna. Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum hevur avgjørt at heita á Margit Stórá, varastjóra, um at taka við starvinum sum virkandi sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri fyri Sjúkrahúsverk Føroya frá 12. mars 2019 at rokna og til starvið verður sett av nýggjum. Í sambandi við, at sjúkrahússtjórarnir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi eisini gevast í starvi sínum í summar verður í næstum farið undir at lýsa eftir nýggjum leiðslutoymi til ovastu leiðslu í Sjúkrahúsverki Føroya. Kelda: himr Fyri løtu síðani boðaði Føroya Politi frá at bágurin og Eiler Guttesen eru funnin í øllum góðum, her dagføring: Dagføring: Báturin við manni er funnin aftur í øllum góðum. Maðurin hevur tað gott. Báturin verður sleipaður til lands í løtuni. Takk fyri fráboðanirnar Føroya Politi Tað vóru góð tíðindir. SáH Føroya Poiti hevur júst sent eina eftirlýsing eftir Eiler Guttesen og bátinum Bakkafossur á teirra heimasíðu: Føroya Politi sóknast eftir manninum Eiler Guttesen, 53 ár, og bátinum Bakkafossur Bakkafossur KG2, er ein hvítur seksæringur. Báturin er seinast sæddur fara av Borðoyarvík fríggjakvøldið tann 15. mars kl. 1739, við manninum umborð. Báturin var júst seldur nýggjum eigara, og eingin hevur sæð ella hoyrt fra manninum síðani. Myndin er av bátinum Bakkafossur. Vita tit eitt hvørt hesum viðvíkjandi, vinarliga boða Føroya Politi frá á tlf. 351448 ella 114. Vit vóna at Eiler Guttesen og báturin verður funnin í øllum góðum, lat okkum øll biðja fyri tí. SáH Beint eftir fríggjadagsbønina var farin ígongd í Al Noor Moskuni í Christchrch í Nýsælandi, slógu yvirgangsmennirnar til og byrjaðu at skjóta frá hond. Tá ið teir vóru lidnir at skjóta, høvdu minst 40 latið lív og í løtuni eru 48, bæði børn og vaksin til viðgerðar á sjúkrahúsinum í Christchurch. Tað vóru tríggir mans og ein kvinna, sum nú eru blivin handtikin og politið sigur, at tað kunnu eisini vera enn fleiri í yvirgangsatsóknini á Al Noor Moskuni. Her filmsklipp frá ABS News. Í hesum døgum verður síðsta hond løgd á eina slóðbrótandi verkætlan, ið hevur til endamáls at framleiða amboð til teirra, ið arbeiða við fleirmæltum børnum í Føroyum. Umframt ítøkilig amboð og uppskot um mannagongdir, verða góð ráð eisini savnað, dømi verða funnin um viðkomandi sangir og spøl – og annað tilfar verður framleitt. Arbeitt verður til dømis við tvørmentanarligum samskifti, viðkomandi kunning til foreldur, tí góða foreldrasamstarvinum, førleikamenning og ítøkiligum mannagongdum. Arbeiðið er sett í verk, tí starvsfólk í barnagørðum og vøggustovum kring landið uppliva ein stóran tørv á vitan og amboðum, sum kunnu hjálpa teimum í arbeiðinum við málmenning til tey børn, ið hava onnur mál enn føroyskt. Talið á hesum børnum vísir seg vera støðugt vaksandi. Arbeiðið við málsligu amboðunum til fleirmælt børn er eitt breitt samstarv. Mentamálaráðið hevur stuðlað verkætlanini í sambandi við málmenningarárið 2018, Útlendingastovan og Tórshavnar kommuna hava verið toghaldarar og í samstarvinum hava eisini luttikið umboð úr Klaksvíkar kommunu, Runavíkar kommunu, Eystur kommunu, Fuglafjarðar kommunu, Sunda kommunu og Sjóvar kommunu. – Hetta hevur verið eitt gott samstarv, har fólk kring landið hava tikið lógvatak fyri at framleiða eitt einfalt og ítøkiligt savn av amboðum til námsfrøðingar og starvsfólk, sum arbeiða við fleirmæltum børnum í Føroyum. Í arbeiðsbólkinum eru bæði námsfrøðingar og námsfrøðiligir ráðgevar kring landið. Tað eru altso bæði fólk, sum arbeiða við børnum, og fólk, sum starvast á einum meiri fyrisitingarligum stigi í kommunum kring landið, sigur David Im frá Útlendingastovuni um samstarvið. Í heyst luttók arbeiðsbólkurin á eini ráðstevnu um málmenning fyri fleirmælt børn í Noregi og fekk har góðan íblástur frá norskum serfrøðingum innan økið. Síðani hevur bólkurin eftirfylgjandi samstarvað um at orða og seta saman føroyskar mannagongdir og annað viðkomandi tilfar, ið starvsfólk á barnaøkinum í Føroyum kunnu brúka. Eftir ætlan verður lidna tilfarið lagt fram í juni. Kelda: klaksvik.fo Toryn Rua, sum var ein góður vinur hjá Jógvan bróður, skrivar eitt innlegg á Stop Sea Shepherd Violence fyri trimum tímum síðani, her hansara Facebook innlegg: Very soon, Týr will be releasing their newest album. They have been unfairly demonized by Paul Watson and his minions. Please support this band by purchasing their album and attending their performances if you can. The late Faroese cartoonist Jógvan Á Høvdanum loved this band and made us laugh at Watson’s pathetic attempts to defame this very successful group that has shown the world the culture of the Faroe Islands. Please keep our friend’s memories alive as we celebrate Týr’s new work! Toryn Rua Her hansara innlegg: “Please keep our friend’s memories alive” SáH Nógv fólk vóru komin saman sunnudagin, tá ið Lions Vágar útflýggjaði kekkar til ávikavist Hildu Viderø fyri felagsskaping Mirjam og Martin Kúrberg leiðari av viðgerðarheiminum Frælsinum. Hetta skrivar Lions Vágar á teirra heimasíðu: Tvær stuðulsgávur eru júst handaðar á árliga Giljanestiltakinum hjá Lions Vágar. Kr. 25000,- til hjálparfelagsskapin Mirjam, og kr 70.000 til viðgerðarheimið Frælsið. SáH |
Greinar
May 2024
|