Vegna veður verða túrarnir kl. 20.40 úr Skopun og kl. 21.20 av Gomlurætt ikki sigldir í kvøld. Teistin siglir seinastu túrarnar kl. 22.30 úr Skopun og kl. 23.05 av Gomlurætt.
Kelda: www.ssl.fo
SáH
Fyri veður verða túrarnir úr Tórshavn kl.08:30 og av Krambatanga kl.11:00 ikki sigldir hósdagin 15.03.2018 Vegna veður verða túrarnir kl. 20.40 úr Skopun og kl. 21.20 av Gomlurætt ikki sigldir í kvøld. Teistin siglir seinastu túrarnar kl. 22.30 úr Skopun og kl. 23.05 av Gomlurætt. Kelda: www.ssl.fo SáH Fólkatalið var 50.575 tann 1. februar. Tað vaks við 697 fólkum ella 1,4% í 12-mánaðar skeiðinum 1. feb. 2017 – 1. feb. 2018. Tað kemur av nettotilflyting á 500 og burðaravlopi á 197. Størsti fólkavøkstur er í Eysturoyar sýslu og Streymoy uttan fyri Tórshavnarøkið, meðan minsti vøksturin er í Suðuroy og lítil minking í Sandoyar sýslu. Í mun til undanfarna 12-mánaðarskeiðið eru nú munandi broytingar í burðaravlopi og nettoflyting, og tær venda hvønn sín veg: burðaravlopið er minkað við 110, úr 307 niður í 197, meðan nettotilflytingin er vaksin við 93 úr 407 upp í 500. Hóast henda stóru vøksturin í nettotilflytingini gjørdi tað uppaftur størri fallið í burðaravlopinum, at fólkavøksturin hetta 12-mánaðarskeiðið var 17 minni enn í tí undanfarna. Les meira HER JáH (y) 15.03.2018 Kelda: Hagstovan Hesu vera fermd í Christianskirkjuni Pálmasunnudag tann 25. mars 2018 kl. 11.00 Anita Absalonsen Jacobsen, Garðavegur 14.Opið hús frá kl 16.00. Hjartaliga vælkomin Silvia Maria Gullaksen, Gamla Seglhúsið, Klaksvìksvegur. 48. Opið hús frá kl 16. Hjartaliga vælkomin Jónrið Joensen, Selheygsgøta 11. Opið hús frá kl.16. Øll hjartaliga vælkomin Frida Lissy Ellingsgaard. Konfirmatiónin verður hildin Klaksvíkar Húsmøðrafelag, Bøgøtu 3. Øll eru vælkomin frá kl 14 Maria Josephsen, Undir Brúnni 53. Opið hús frá kl 17. Øll eru hjartaliga vælkomin Jóna Gardar, Sornhúsgøta 5. Opið hús frá kl.17. Øll hjartaliga vælkomin Aadel Joensen og Hans Jákup Heinason Joensen. Spaniastova, Klaksvíksvegur 86. Opið hús frá kl.17.00. Hjartaliga vælkomin. Hans Jákup Heinason Joensen og Aadel Joensen. Spaniastova, Klaksvíksvegur 86. Opið hús frá kl.17.00. Hjartaliga vælkomin. Sigurd á Fløtti Syderbø, Heygavegur 36. Opið hús frá kl 17. Øll hjartaliga vælkomin Brandur Mathisen, Kjalarvegur 8. Opið hús frá kl 17. Øll hjartaliga vælkomin Ísak Nýggjagarð. Kirkjuhúsið í Hvannasundi. Opið hús frá kl.17.00. Hjartaliga vælkomin Dánial Højgaard, Heygavegur 20. Konfirmatiónin verður hildin við Mylnutún 19. Opið hús frá kl. 16. Øll hjartaliga vælkomin Jørgin Gleðisheygg. Konfirmatiónin verður hildin Bøgøta 11. Opið hús frá kl. 15. Hjartaliga vælkomin Hallur Joensen, Geilin 14. Opið hús frá kl 17. Øll hjartaliga vælkomin Rógvi Eyðbjørnsson Jacobsen, Geilin 9. Opið hús frá kl 16. Øll hjartaliga vælkomin Bartal Fuglø Sivertsen, Sundsvegur 99, Hvannasund. Opið hús frá kl 16. Øll eru hjartaliga vælkomin Jón Nolsøe Mikkelsen, Uppsalagøta 15. Opið hús frá kl 17.00. Øll eru vælkomin. Sámuel Lassen, Gamli sjómansskúlin Garðavegur 11. Opið hús frá kl 17. Øll hjartaliga væl komin John Tóri Thorsteinsson, Undir Grashjalla 13. Opið hús frá kl. 16.00. Øll eru vælkomin Átalumynduleikin úr Florida fer at krevja deyðarevsing yvir tann 19 ára gamla, sum er ákærdur yvir skúlaskjóting á einum skúla í Parkland, Florida í februar, sum kravdi 17 mannalív. Sakførarin hjá Nikolas Cruz sigur eftir hetta, at Cruz vil gjarna innrømmað skuld - so at átalumynduleikin ikki krevur deyðastraff afturfyri. JáH (y) 14.03.2018 Amerikanska fregnartænastan FBI leitar enn eftir einum bumbumanni, sum hevur tveitt tríggjar bumbupakkar til fólk í Austin, Texas - sum higartil hevur kravt tvey mannalív. Fólkini úr Austin, Texas - tora ikki at lata pakkarnir upp, sum tey fáa við postinum, tí tey vita av góðari grund, ikki hvat kann vera í pakkanum. Hendingar í Austin, Texas minna ikki sørt um mannin Ted Kaczynski (eisini kallaður fyri Unabomber), sum stóð fyri eina rúgvu av pakkabumbum í tíðarskeiðinum 1978 til 1995, sum í alt kravdi 3 mannalív, har 23 fingu alvarsligan skaða. JáH (y) 13.03.2018 Meteropolitan Opera hevur givið fyrrverandi tónleikarastjóra og kórleiðara James Levine sekkin. Hetta kemst av tí, at ein innanhýsis granskin er gjørd av honum og har hava tey funnið álítandi bevísir uppá, at Levine hevur staðið aftanfyri seksuellum ágangi, veit NTB at siga frá. Síðan #metoo rørsluna hava fleiri og fleiri fólk staðið framm, sum elvt til at fleiri og fleiri kend (og ókend) fólk nú standa fyri svart fyri tað, sum tey gjørdu í sínari fortíð. JáH (y) 13.03.2018 Ein maður er deyður av einari vanlukku á Kirkju. Hetta henda aftaná døgurða sunnudagin, har ein maður datt ímillum Rituna og kajuna. Fólk fingu fatur í manninum og tað bleiv byrjað at arbeiða uppá mannin beinanvegin. Tyrlan bleiv send avstað og arbeitt bleiv uppá mannin allavegin til Landssjúkrahúsið, men tað eydnaðist ikki at fáa lív í mannin aftur og tá ið hann var komin á Landssjúkrahúsið, varð staðfest, at maðurin var deyður. SáH Sjálvtøkur og gjaldkort óvirkin í vikuskiftinum! Reglulig dagføring av gjaldkortskipanini kunnu ávirka títt brúk av gjaldkortum náttina til sunnudagin. Dagføringin er í tíðarskeiðinum kl. 01.00 – 05.00. Skalt tú út í vikuskiftinum, viðmæla vit tær tískil at taka reiðan pening við. Gott vikuskifti! Kelda: www.ns.fo SáH Rættarsakin um drápi av Kim Wall, sum bleiv framt av Peter Madsen - byrjaði í Býarrættinum í Keypmannahavn í dag. Ákæruvaldið krevur at Petur Madsen verður dømdur fyri sexdráp - men Madsen noktar at a´hann bleiv seksuelt tendraður av at drepa journalistin Kim Wall. Les meira HER Rættarsakin heldur áfram ímorgin og tá fer ákæruvaldið ivaleyst at leggja harðari trýst á Peter Madsen. JáH (y) 09.03.2018 Kelda: Ekstra Bladet Amerikanski forsetin Donald J. Trump hevur fyri løti síðani - lova stórar nýggjheitir um Norður Korea. Trump sigur, at Suður Korea sjálvt fer at koma við teim stóru nýggjheitunum - eftir at Trump stýrið hevur havt fund í fleiri tímar við Suður Korea í tí Hvíta Húsinum. So muga vit bert liva í vónini, at hetta samstundis eisini eru góð tíðindi. JáH (y) 08.03.2018 |
Greinar
May 2024
|