Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 1.000 pund, tað mesta hýsa og toskur, 600 pund hýsa og 400 pund toskur.
Landa bleiv til NFCS klokkan 09:30
SáH
BJØRGVIN – ( KG 503 )NFCS-11-02-2022 500
Bjørgvin er komin aftur frá útróðrið. Teir høvdu roynt við línu eystanfyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 1.000 pund, tað mesta hýsa og toskur, 600 pund hýsa og 400 pund toskur. Landa bleiv til NFCS klokkan 09:30 SáH BJØRGVIN – ( KG 503 )NFCS-11-02-2022 500 Dalsenni kom aftur frá útróðið klokkan 08:00 í morgun. Teir høvdu roynt við línu eystanfyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 3.202 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 2.600 pund hýsa og 602 pund toskur, sjá søluna herundir. Landa bleiv til NFCS klokkan 08:00 í morgun. SáH DALSENNI – ( KG 301 )NFCS-11-02-2022 1.601 Bragd kom aftur frá útróðrið klokkan 07:30 í morgun. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 5.500 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 3.860 pund hýsa, 1.600 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Landa bleiv til Sjógæti klokkan 08:30 SáH BRAGD – ( KG 642 )KLAKSVÍK (SJÓGÆTI)11-02-2022 2.750 1. januar í ár búðu 789 fólk í Eiðis kommunu. Hetta er ein vøkstur á 2,9 prosent í mun til fólkatalið í 2021. Hetta er millum størsta vøkstur í øllum landinum. Fólkatalið hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini. Hyggja vit eftir tølum í tíðarskeiðnum 2012-2022 sæst, at fólkatalið er vaksið úr 662 fólkum 1. januar í 2012 til 789 fólk 1. januar í 2022. Hetta er altso ein fólkavøkstur á 127 íbúgvar seinastu tíggju árini. Eiðis Kommuna Stakkavík kom aftur frá útróðrið klokkan 13:00. Teir høvdu roynt við línu eystanfyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 1.200 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 800 pund hýsa og 400 pund toskur, sjá søluna herundir. Landa bleiv til Sjógæti. SáH STAKKAVÍK – ( KG 748 )KLAKSVÍK (SJÓGÆTI)10-02-2022 600 Kallanes kom aftur klokkan 10:00 í morgun. Teir høvdu roynt við línu eystanfyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 5.926 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 5.000 pund hýsa, 850 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Landa bleiv til Sjógæti. SáH KALLANES – ( FD 590 )KLAKSVÍK (SJÓGÆTI)10-02-2022 2.963 Í gjár vóru 712 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. 1.332 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4.722 smittað við korona, 19 eru innløgd við korona, harav fimm eru innløgd vegna korona, og 22 eru deyð við korona í Føroyum. Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri 663 tilburðir í gjár og nú eru 4.831 smittað, 19 innløgd og 22 deyð við Korona Í gjár vóru 663 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. 38 kanningar eru enn ikki liðugt greinaðar. 1.294 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4.831 smittað við korona, 19 eru innløgd við korona, harav fimm eru innløgd vegna korona, og 22 eru deyð við korona í Føroyum. Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri Sum tit helst hava frætt so hevur Sjónám fingið eina millión frá A.P. Møller Fonden. Stuðulin skal brúkast til at menna skúlan til at bjóða fleiri trygdarskeið innan frálandavinnuna við at uppstiga skúlan til OPITO-standardin. Uppstiganin fer at gera tað møguligt hjá okkum at halda skeið í grundleggjandi offshore-trygd, eisini nevnt BOSIET. Ein partur av hesum skeiðnum er HUET, sum fevnir um rýming úr tyrlum. Hetta eru kravd skeið í frálandavinnuni, sum skulu endurnýggjast fjórða hvørt ár. Sjónám søkti um stuðul til verkætlanina frá A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal, vanliga nevndur A.P. Møller Fonden. Og tað er við stórum takksemi, at skúlin tekur ímóti stuðlinum. Uppstiganin til OPITO-standardin verður til stórt gagn fyri okkara sjófólk og fer harumframt at menna skúlan. -Í dag noyðast føroysk sjófólk av landinum at taka hesi skeiðini. At tað nú fer at bera til at taka skeiðini í Føroyum hevur stóran týdning, bæði fyri sjófólkini, familjur teirra og reiðaríini. Hetta gevur meira tíð heima saman við familjuni, og reiðaríini spara pengar til ferðing og uppihald uttanlands. Sjónám eigur ein stóran part av útgerðini, sum krevst fyri at hava áðurnevndu skeið. Skúlin hevur nevniliga áður havt HUET-skeið, men misti góðkenningina í 2015, tá nýggj krøv komu. Skúlin fer nú at fyrireika uppstiganina til OPITO-standardin. Millum annað skulu starvsfólk førleikamennast til at halda skeiðini, og skoðarar koma frá OPITO í Skotlandi at góðkenna uppstiganina. Gongst sum ætlað, verður klárt at bjóða fyrstu skeiðini út í seinnu hálvu av 2022. Sjónam Í gjár vóru 1.265 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Øll tey smittaðu hava fingið boð. 2.226 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4.878 smittað við korona, 15 eru innløgd við korona, harav seks eru innløgd vegna korona, og 20 eru deyð við korona í Føroyum. Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri |
Greinar
May 2024
|