Les meira HER
Danmark hevur annars verið undir sera hørðum altjóða trýsti, tí at tey ikki vilja hava so nógv við flóttar at gera, sum onnur lond hava havt.
JáH (y) 02.02.2016
Ekstra Bladet veit at siga frá, at stýrið í Danmark ynskir at forlongja fyribils grensukontrolli í Danmark, so at flóttar ikki koma sveimandi yvirum tí donsku grensuna. Les meira HER Danmark hevur annars verið undir sera hørðum altjóða trýsti, tí at tey ikki vilja hava so nógv við flóttar at gera, sum onnur lond hava havt. JáH (y) 02.02.2016 IOM veit at siga frá, at minst 62.000 flóttar við báti - eru komnir til Hellas, Grikkaland í januar í ár og minst 360 flóttar eru druknaðir hetta sama tíðarskeiði, nú kríggj fyri alvor er, har flóttafólkið flýggjar frá. Flóttafólkakrisan er júst byrja, siga tey serkønu og roknast kann við enn fleiri flóttum í ár - enn síðsta ár. Í 2015 roknaðu tey við eina millión flóttum, men ta talið er ikki eftirfarandi og kann vera nógv meira enn so, sigur IOM (flótta umsiting) fyri fjølmiðlunum. JáH (y) 02.02.2016 Nógv kavarok er í morgun, vindur og sera hált er í støðum kring oyggjarnar, so bilførarnir sum pendla til Havnar og aðrar staðir í morgun, muga vera sera ansin, tá ið tit fara avstað. Og slett ikki er tað sikkurt, at tað er koyrandi allastaðni, so um tú ivast, so er tað nokk betri at bíða - skula vit frá Norðoya Portali líka heilsa tær og siga. Landsverk sigur soleiðis um veðrið beint nú: Boðað verður frá nógvum vindi: Viðareiðisvegurin, á Leiti - 06:18 Andøvsgul, Í hvirlunum upp til 25.8 m/s. Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - 06:18 Stívt andøvsgul, Í hvirlunum upp til 27.4 m/s. Hálku fráboðan: Viðareiðisvegurin, á Leiti - 06:18: Boðað verður frá hálku. Gjáarskarð - 06:18: Boðað verður frá hálku. Klaksvík, Gerðabøur - 06:18: Roknast kann við hálku. Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - 06:18: Roknast kann við hálku. Runavík - 06:18: Roknast kann við hálku. Norðskálatunnilin, Eystanfyri - 06:18: Roknast kann við hálku. Tjørnuvíkarvegurin - 06:18: Roknast kann við hálku. Høgareyn - 06:18: Roknast kann við hálku. Sandavágshálsur - 06:18: Roknast kann við hálku . Vatnsoyrar - 06:18: Roknast kann við hálku. Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - 06:18: Roknast kann við hálku. Sund - 06:18: Roknast kann við hálku. við Velbastaðháls - 06:18: Roknast kann við hálku. Sandoy, á Brekkuni Stóru - 06:18: Roknast kann við hálku. Ørðaskarð, Fámjinsvegurin, - 06:19: Roknast kann við hálku. Fá meira at vita um veðrið við at trýsta her JáH (y) 01.02.2016 Kelda: Landsverk Ífylgi lokal nýggjheitum úr Meksiko, so eru 11 dripin av einum skotbardaga á einum føðingardegi hjá einum persóni, sum júst varð fylt/ur 15. Syrgiliga hendingin er júst hend sunnanfyri Guerrero, Meksiko og enn vita vit ikki á Norðoya Portali hví hesin skotbardagi er upprunnin ella um nakar er handtikin. - Tað varð ein trupuleiki á einum føðingardegi og 11 fólk eru skotin til deyðis, segði guvernørur Hector Astudillo fyri løtu síðani. Staturin Guerrero er eitt ta fátægasta staðið í Meksiko og sera nógv morð innan stoffir henda har. JáH (y) 01.02.2016 |
Greinar
May 2024
|