NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Býarbussurin koyrir ikki mikudagin 18. januar

17/1/2023

Comments

 
Picture
Býarbussurin koyrir ikki mikudagin 18. januar

Orsaka nógvan kava koyrir býarbussurin ikki mikudagin 187. januar.

​Klaksvíkar Kommuna

Comments

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið robottarm

17/1/2023

Comments

 
Picture
​Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið robottarm 🦾

Nýggi robottarmurin fer at styrka endurvenjingina.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið spildurnýggjan robottarm, sum skal styrkja endurvenjing av ørmum og hondum. Robottaarmurin er partur av ætlan hjá Heilsumálaráðnum at styrkja endurmenningina á føroysku sjúkrahúsunum.

Tá ið fólk fáa eitt nú blóðtøpp ella bløðing í heilan, kunnu tey millum annað uppliva, at tey verða meira ella minni lammað í einum armi, og tá skal armurin venjast uppaftur. Hetta verður gjørt við venjingum hjá fysioterapeutum og ergoterapeutum og við sjálvsvenjing. Ein týðandi partur av endurvenjing er at gera nógvar og regluligar endurtøkur av øvilsum, og hesum kann robotturin hjálpa við.

Robottarmurin er gjørdur soleiðis, at hann kann venja bæði grovmotorikk og fínmotorikk í ørmum og hondum.

Tøknin er háttað soleiðis, at armurin, sum skal venjast, verður lagdur í robottarmin, og so ber til at gera ymisk øvilsi, alt eftir hvør tørvurin er. Ein skíggi gevur fólk ymsar avbjóðingar – at líkna saman við telduspøl – og tað kann virka motiverandi, samstundis sum tað ber til at skjalfesta gongd og framgongd í venjingunum.

– Vit eru sera fegin um nýggja tólið, sum fer at styrkja endurvenjingina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Okkara dugnaligu starvsfólk fáa nú eitt framkomið amboð at brúka í teirra arbeiði, og tað fer at koma sjúklingunum til góðar, sigur Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Fakfólkini, sum vanliga taka sær av endurvenjing, koma at standa fyri venjingunum í robottarminum. 

(Myndir: Petur Martin Solmunde)

Klaksvíkar Sjúkrahús

Comments

40 dripin av russum í einum íbúðarblokki í Dnipro

16/1/2023

Comments

 
Picture
​Krígsbrotsgerðirnar hjá russum tekur ongan enda í Ukraine, sunnudagin bombaði teir ein íbúðarblokk í Dnipro, har 40 fólk blivu dripin, 75 blivu særd og 30 fólk eru ikki funnin aftur.

Bjargingarfólkini kláraðu at bjarga 39 fólk úr íbúðarblokkinum og enn royna tey at finna fólk á lívi, men vónirnar svinna longri tíðin gongur.

SáH

Comments

Býarbussurin koyrir ikki týsdagin 17. januar

16/1/2023

Comments

 
Picture
Býarbussurin koyrir ikki týsdagin 17. januar

Orsaka nógvan kava koyrir býarbussurin ikki týsdagin 17. januar.

​Klaksvíkar Kommuna

Comments

MORGUNSANGUR MIKUMORGUNIN 18.01 KL. 10.00

16/1/2023

Comments

 
Picture
MORGUNSANGUR MIKUMORGUNIN 18.01 KL. 10.00

Mikumorgunin 18. januar er morgunsangur kl. 10.00. Hanus á Gørðum hevur andakt. Aftaná morgunsangin er kaffi og hugnalig samvera í kirkjukjallaranum.

MORNING SONG WEDNESDAY MORNING 18TH' OF JANUARY AT 10 AM

On Wednesday 18th' of November at 10 am we have morning song. Hanus á Gørðum will have a short devotion. After the morning song everyone is welcome for coffee/tea and a pleasant moment in the church basement.

Christianskirkjan

Comments

Kavagrevstur: støðan í kommununi er serstøk

16/1/2023

Comments

 
Picture
Tað er ongin ivi um, at slíkir kavadagar, sum vóru undan jólum og aftur hetta vikuskiftið, geva stórar avbjóðingar. Borgarar verða ørkymlaðir, og tað er at skilja, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

- Á leið 50 kilometrar av vegi skulu gravast og saltast, so hvørt sum kavin fellur. Vegadeildin er útgjørd til at kunna loysa uppgávuna, men starvsfólkahópurin megnar ikki meira enn eitt vist. Tað liggja nógvir arbeiðstímar í at koma runt, og ofta verður runnið kapp við tíðina, áðrenn meira kavi fellur, og farast skal afturumaftur.     

-Kortini má eg ásanna, at parturin hjá starvsfólkunum á Vegadeildini ikki liggur eftir. Tey gera veruliga eitt stórt arbeiði í sambandi við kavaruddingina, og tað eiga tey rós fyri, sigur Karl Johansen.

Tað er ikki óvanligt, at borgarar kundu hugsað sær, at kavaruddingin varð betur skipað. Í løtuni er kavaruddingin skipað eftir einum leisti, har tilbúgving, høvuðsvegir, bussleiðin og parkeringsøki hava fremstu raðfesting. Næstir eru vegir, sum liggja parallelt upp at høvuðsvegnum, og teir vegir, har mestur kavi fellur. Síðani koma síðuvegir, smalir vegir, brattar brekkur og gonguteigar.

Kavaruddingin verður javnan eftirmett og tillagað. Í løtuni eru tríggjar maskinur, sum verða brúktar til kavaruddingina.

Borgarar kunnu altíð boða kommununi frá, um okkurt ávíst kommunalt øki ikki er ruddað.

Boð kunnu sendast til [email protected] ella við at ringja til Miðlan á tel 410000.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Búgvin komin inn við 14.000 pundum

16/1/2023

Comments

 
Picture
​Búgvin kom aftur tíðliga í morgun. Teir hava trola á Skeiva Banka.

Veiðin bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 14.060 pund, tað mesta var havtaska, hvítingur, 6.000 pund havtaska, 2.340 pund hvítingur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 13. januar.

Landa bleiv til NFCS klokkan 08:00 í morgun.

SáH

BÚGVIN - ( KG 119 )
NFCS-16-01-2023   7.030

Comments

​Meting hjá FMF fyri fiskiskapin fyri viku 3

16/1/2023

Comments

 
Picture
​Meting hjá FMF fyri fiskiskapin fyri viku 3

Línuskip. Eitt minni ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað fiskar mest hýsu og tosk og landar helst fyrst í vikuni. Nýggju frystilínuskipini eru til fiskarí. Øll fiska í føroyskum sjógvi. Tey fáa ein blanding av toski, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum.  

Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður umskiftandi, so vit rokna ikki við nógvum útróðri. Teir størri útróðrabátarnir koma helst at gera nakrar túrar. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu  og kemur møguliga at landa síðst í vikuni. Ein liggur við bryggju

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma fleiri at landa í vikuni. Tey flestu fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu og hýsu. Smáligt fiskarí.

Trolbátar: Trýggir eru á Skeivabanka og fiska mest av havtasku. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Fiskamarknaður Føroya

Comments

Býarbussarnir koyra ikki í dag vegna kava

15/1/2023

Comments

 
Picture
Býarbussurin koyrir ikki mánadagin 16. januar

Orsaka nógvan kava koyrir býarbussurin ikki mánadagin 16. januar.

​Klaksvíkar Kommuna

Comments

​Frá Politinum klokkan 02:00 tann 15.01.2023, nakrir bilar standa fastir

15/1/2023

Comments

 
Picture
Kunning:

Sera nógvur kavi liggur á landsvegnum Millum Fjarða og niðan móti Norðskálatunnlinum. Tað er ikki koyrandi ì løtuni. Nakrir bilar standa fastir í kavanum uttan fyri Norðskálatunnilin á landsvegnum eystanfyri.

Heitt verður á bilførarar um ikki at koyra eftir hesi leið, sum líkindini eru í løtuni. 

Landsverk byrjar at grava kava kl. 0600.

​Boða er annars frá sera vánaligum koyrilíkindum runt landið. Nógvur kavi liggur á vegunum og nògv jarðrok. Bilførarar vera bidnir um at ansa sær.

Vaktleiðarin

Føroya Politi

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.