
Dagurin byrjaði við felags morgunmati í badmintonhøllini, síðan setti Karl Johansen dagin, tá ið hann bjóðaði øllum vælkomin til Klaksvíkar og ynskti teimum ein góðan dag.
Eftir at Karl hevði havt orðið, skipaðu starvsfólk í Almannaverkinum í Klaksvík fyri felags upphiting, áðrenn kappingarnar fóru í gongd. Kappast varð m.a. í fótbólti, boccia og øðrum greinum. Luttakarar hava møguliga at melda seg til tær ítróttargreinar, ið tey hava áhugað í. Eisini fáa luttakararnir vitjan av Sólvit Nolsø, landsstýrismanni í almannamálum.
Dagurin endar seinni í dag við borðhaldi og felagssangi.
Her fleiri myndir, klikk her “Almannaverkið skipar fyri ítróttardegi í Klaksvík”
Klaksvíkar Kommuna