Saman við 18 samstarvsfeløgum vil Fólkaheilsuráðið við verkætlanini seta sjóneykuna á ABC fyri sálarheilsu, sum i stuttum fremur sálarheilsu við størri og smærri átøkum og tiltøkum í gerandisdegnum.
Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndum býráðsins og Anja Olsen, námsfrøðiligur ráðgevi, umboða Klaksvíkar kommunu á samstarvsfundunum, sum verða hildnir javnan, og í dag var Býráðshøllin í Klaksvík karmur um fundin. ABC-verkætlanin er altjóða fevnandi, og snýr seg í stuttum um trý boð, sum eru til frama fyri sálarheilsuna hjá tí einstaka: ver virkin, ver saman, ver hugbundin.
Umframt at vera viðurkent hugtak innan sálarfrøðina, er ABC fyri sálarheilsu eisini eitt trivnaðarfremjandi átak fyri samfelagið sum heild, tí tað sum heild eggjar til sosiala samveru millum fólk innan virksemi av øllum slag.
FYRSTU TILTØKINI SETT Á SKRÁ
Sum samstarvandi partur av verkætlanini vil Klaksvíkar kommuna seta sálarheilsu á breddan, og heldur enn at skipa fyri nýggjum tiltøkum, er ætlanin at integrera ABC í nøkur av teimum tiltøkunum, sum longu eru á skránni í Klaksvík.
- Tað eru so nógv spennandi tiltøk at fara til alla tíðina, so vit halda tað vera upplagt at fáa ABC-boðskapin út ígjøgnum tey vælvirkandi og vælvitjaðu tiltøkini, sum longu eru. Eitt nú fer ABC at seta sín dám á skránna fyri umhvørvisátakið “Slóða fyri” í komandi viku, og so eru jú eisini fleiri onnur tiltøk á skrá gjøgnum summarið, har sálarheilsa sjálvandi skal setast á breddan, sigur Beinta Klakstein, trivnaðarnevndarforkvinna.
Longu nú fríggjadagin verður sjóneykan eisini sett á ABC fyri sálarheilsu, tá ið kommunalu dagstovnarnir hava ráðleggingardag við tí sum tema. Í hesum sambandi luttekur Monika Mohr, verkætanarleiðari hjá Fólkaheilsuráðnum við framløgu um ABC fyri sálarheilsu.
JáH (y) 08.05.2018
Kelda: Klaksvíkar Kommuna