NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Sera hugnaligt løta í Gamla Seglhúsinum ígjár "Lívið er mítt Listaverk"

28/11/2015

Comments

 
Picture
Norðoya Portalurin var sum einasti fjølmiðil til almennu móttøkuna í Gamla Seglhúsinum, har bókin hjá Steintór Rasmussen "Lívið er mítt listaverk" bleiv løgd fram.

Sera nógv fólk vóru møtt upp og skal eg siga sum tað er, so føldi eg meg stak væl, sjálvt um eg var ein av teimum heilt fáu, sum ikki hava somu politisku hugsjón, sum tey flestu í Gamla Seglhúsinum ígjár. Tit kunnu gita hví :)

Gunnar Nolsøe ynski vælkomin og so vóru nakrar røður. Borgmeistarin Jógvan Skorheim og Signhild V. Johannesen forkvinnan í Mentarnevndini hildu tvær góðar røður, um hvønn týdning Steintór Rasmussen hevur havt fyri býin og Jógvan Skorheim handandi Steintór eina gávu frá Klaksvíkar Kommunu, tað var Kærleikskúlan og tað helt hann hóskaði væl til persónin Steintór.

Steintór tók síðani orðið og vildi hann ogna sínum børnum fyrstu eintøkini av bókini og hartil fingu tey øll eitt gott orð við á vegnum, sum hann hevði fest á bøkurnar.

Framløgan endaði við at Steintór, Rakul og Pætur við Keldu sungu ein sang og ein sera hugnalig løta var komin at enda. Stórt tillukku Steintór og gleða vit okkum at lesa bókina.

SáH

Comments

Arbeiðsloysið minkar meir og er komið niður á 2,5%

26/11/2015

Comments

 
Picture
Í oktober minkaði árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið niður í 2,5%. Fyrr í ár lá tað javnt um 3% og minkaði so niður 2,5% í september og aftur nú í oktober niður í 2,5%. Hjá monnum er arbeiðsloysið nú 2,0% og hjá kvinnum 3,0%.

Í tali er árstíðarjavnaða arbeiðsloysið minkað úr 803 fólkum í august til 736 í september og 672 í oktober. Tað eru 259 færri enn í oktober í fjør.

Í hagtalsgrunninum eru arbeiðsloysistølini dagførd og útgreinað.

JáH (y) 26.11.2015
Kelda: Hagstovan

Comments

Rættvísari kringvarpsgjald

19/11/2015

Comments

 
Picture
Ung, støk og pensjónistar fáa ein munandi lætta við nýggja kringvarpsgjaldinum, og Kringvarp Føroya fær eitt støðugari inntøkugrundarlag. Eisini verður miðlastuðul settur í verk.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur borið tinginum uppskot um broytingar í kringvarpsgjaldinum. Skotið verður upp, at kringvarpsgjaldið verður rættvísari framyvir, so húski við einari inntøku ikki rinda somu upphædd sum húski við fleiri inntøkum.

Munandi bati

Í dag rindar hvørt húski 3.625 kr. árliga í kringvarpsgjaldi, líka mikið, hvussu nógv fólk húskið fevnir um. Framyvir verður hetta lagt um til eitt árligt persónsgjald á 1800 kr. fyri allar skattskyldugar persónar millum 24-66 ár. Ung fara onki at rinda, og fólkapesjónistar fara at rinda ein triðing, nevniliga 600 kr. árliga, ella 50 kr. mánaðarliga.

Broytingin er ein munandi lætti hjá ungum, sum ofta hava lítið at ráða yvir fíggjarliga, antin tí tey eru undir útbúgving, ella tey á annan hátt eru við at fóta sær. Broytingin fer eisini at gera tað meira liviligt hjá støkum og fólkapensjónistum, meðan gjaldið verður nærum óbroytt hjá pørum.

Vinnan við

Eisini í vinnuni er kringvarpsgjaldið órættvíst í dag, tí øll virkir rinda eins, óansæð stødd. Við nýggju skipanini verður kringvarpsgjaldið ásett út frá árligu lønarútgjaldingunum. Hetta merkir til dømis, at felag, sum rindar omanfyri 10 milliónir í lønum árliga rindar 8.000 kr. árliga, meðan felag, sum rindar millum 100-500 tús. kr. í lønum árliga rindar 3.000 kr. í kringvarpsgjaldi og so framvegis. Sum heild ber broytingin í sær, at íverksetarar og smáar fyritøkur fara at rinda minni enn í dag, meðan stórar fyritøkur faraat rinda nakað meira.

Sterkt og óheft Kringvarp Føroya

Ætlanin við uppskotinum er millum annað at styrkja føroysku miðlarnar sum heild, og at geva Kringvarpinum sámiligari og støðugari inntøkugrundarlag, so stovnurin betur kann lúka public-service skyldur sínar.

Eins og higartil verður kringvarpsgjaldið óheft av fíggjarlógini, men við tað, at Taks fer at krevja kringvarpsgjaldið inn, kann Kringvarpið brúka leysgivnu orkuna til miðlaframleiðslu heldur enn innkrevjingarvirksemi.

Lýsingar og sponsorar

Tað hevur leingi verið eitt ynski, at Kringvarpið skal vera óheft av handilsligum og vinnuligum áhugamálum, og at almenni public-service stovnurin skal ikki kappast við privatu miðlarnar um lýsingar. Tí verða útvarpshandilslýsingar ikki longur at hoyra í Kringvarp Føroya, meðan sponsorering einans verður loyvd í heilt serligum førum. Eydnuspøl verða eisini framyvir í Kringvarpinum.

Miðlastuðul

Í uppskotinum frá landsstýriskvinnuni í mentamálum verða sjónvarpslýsingar mettar at verða í einari serstøðu, tí framleiðsla av filmslýsingum er vaksandi skapandi vinnugrein, og at Kringvarpið enn er einasti miðil til sjónvarpslýsingar. Kringvarpið fær sostatt loyvi til at senda sjónvarpslýsingar, men inntøkurnar skulu í landskassan, sum afturfyri fær eina játtan til miðlastuðul, har landið eisini letur eina ávísa játtan, so stuðulin kemur upp um eina millión árliga. Hesin stuðul kann styrkja føroyskan journalistikk, eftirútbúgving, starvslærupláss og brúkast til útberingarstuðul fyri tíðindabløð - alt eftir nærri treytum, sum landsstýriskvinnan ásetir.

JáH (y) 19.11.2015 
Kelda: Mentamálaráðið

Comments

Maverick Barr vísir stórdystin Danmark - Svøríki íkvøld kl. 19.45

17/11/2015

Comments

 
Picture
Seinni dysturin ímillum Danmark og Svøríki verður spældir í Parkini íkvøld kl. 19.45.

Hetta er ein lagnudystir fyri bæði londini. Svøríki vann fyrra dystin 2-1,  so teir hava ein fyrimun, men vinnur Danmark dystin 1-0, so koma teir víðari.

Maverick Barr vísti fyrra dystin leygardagin og tá vóru nógv fólk og hugdi. Íkvøld verður væntandi enn fleiri fólk í Maverick og sum sagt, so byrjar dysturin kl. 19.45.

​SáH

Comments

Brúgvin um Sandá avhend 29. februar 2016

13/11/2015

Comments

 
Picture
Tórshavnar kommuna og J&K Petersen hava gjørt eina semju viðvíkjandi seinkingunum, sum eru íkomnar í sambandi við arbeiðið at gera brúgv um Sandá. Øllum kunnugt er arbeiðið nógv seinkað, tað skuldi verða liðugt til ólavsøku í ár, men enn er nógv eftir at gera.

Fleiri orsøkir eru til seinkingina. Vánaligt veður er ein stór orsøk. Partarnir hava tó ikki verið samdir um nakrar av orsøkunum, og heldur ikki, hvør skuldi ábyrgdast fyri seinkingarnar. Av somu orsøk hava partarnir heldur ikki verið samdir um, hvussu nógv tíðarætlanin skuldi leingjast, og hvat seinkingin kom at kosta.

Fyri at loysa ósemjuna og sleppa undan drúgvum gerðarrættarmáli, hava samráðingar verið millum Tórshavnar kommunu og J&K Petersen. Úrslitið er ein semja, sum inniber, at arbeiðið verður liðugt og avhent kommununi í seinasta lagi 29. februar 2016.

Arbeiðstakarin fær goldið sáttmálaupphæddina uppá 54,6 miljónir, umframt 5,46 miljónir fyri avtalaðar og ætlaðar avtalur um eykaveitingar og øll eykaarbeiði annars. Tað merkir, at samlaði kostnaðurin fer at svara til tað, kommunan upprunaliga setti av til endamálið.

Fyri seinkingarnar rindar arbeiðstakarin Tórshavnar kommunu 3,44 miljónir í dagbótum. Nevnast kann, at J&K Petersen upprunaliga høvdu lægsta tilboð uppá arbeiðið, næstlægsta tilboð var uppá 75 miljónir krónur.

JáH (y) 13.11.2015
Kelda: Tórshavnar Kommuna

Comments

Fólk vil vera verandi í Føroyum!

13/11/2015

Comments

 
Picture© Hagstovan
Tann 1. oktober í ár var fólkatalið 49.006. Tað er sostatt vaksið við 533 fólkum síðani 1. oktober í fjør. Hetta kemur av, at í hesum tíðarskeiðnum var eitt burðaravlop á 237, ið er munurin millum fødd og deyð, og ein nettotilflyting á 296, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting.

Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum, sum er hend tvey tey síðstu árini og tykist at halda fram, kemur ikki av veksandi burðaravlopi, ið hevur verið áleið tað sama síðstu árini, men av stórum broytingum í flytingini millum Føroyar og útlond.

Her er tað serliga fráflytingin til útlond, sum er minkað munandi.  Hetta er sjónligt, um vit sum í myndini niðanfyri samanbera 12-mánaðarskeiðini oktober-september síðstu fimm árini.

Les meira HER

JáH (y) 13.11.2015
Kelda: Hagstovan

Comments

Konufólkini ordiliga komin fyri seg aftur!

12/11/2015

Comments

 
Picture"Føl hetta her, góði. Hetta er MAKT ..!"
Kvinnurnar koma meiri og meiri í arbeiðsmarknaðin og sambart hagtølunum hjá Hagstovuni, so eiga kvinnur nú munin yvir størst vøkstur innan lønir. Og hvat merkir so tað ..?

Jú tað kann sjálvandi merkja tað, at kvinnurnar taka sær hægri útbúgving enn menn - og tískil fáa tær í dag hægri løn, enn hvat tú fær. Eisini at vit nú eisini hava Líkarætt ímillum menn og kvinnur hevur eitt sindur at siga í dag - enn hvat tað hevði fyrr í tíðini. 

Kvinnurnar eru vorðnar partur av arbeiðsmarknaðinum í Føroyum, og tað er bert gleðiligt. Ein vansi er tó við, at báðir partar MUGA til arbeiðis - tí at tað er alt ov dýrt at liva í Føroyum ... men tað er jú ein heilt onnur søga, tit ... Sí annars hagtøl niðanfyri frá Hagstovuni:

Nú eiga Kvinnurnar MUNIN!

Tann størra helvtin av løntakarum er menn, og fyrr í ár hevur størri parturin av framgongdini verið til mannfólk. Hetta er bæði galdandi fyri lønir og løntakarar. Í lønunum er tað tó hent, at í heyst hava kvinnurnar fingið størra partin av framgongdini, og nú er tað eisini fyri fyrstu ferð í ár kvinnurnar, sum hava munin í løntakaratølunum. Í august vóru 410 fleiri kvinnur løntakarar, meðan tað bert vóru 295 fleiri menn løntakarar. Gongdin fyrr í ár hevur annars verið, at størra helvtin av framgongdini fór til mannfólkini.

Picture
JáH (y) 12.11.2015
Comments

Góður lønarskurður í oktober

9/11/2015

Comments

 
Picture
Í oktober vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 682 mió. kr., sum er nógv tann hægsta lønin útgoldin í einum mánaða í ár. Seinasta árið hava lønirnar verið um 660 milliónir, men í oktober var skurðurin góður, framgongdin var yvir 2,5%. Trendurin, sum hevur at kalla verið flatur í ár, hevur nú fingið eitt sindur meira ferð á og vísir ein hóvligan vøkstur.

Les meira HER

JáH (y) 09.11.2015
Kelda: Hagstovan

Comments

14.000 fleiri gistingar í ferðavinnuni tríggjar teir fyrstu árfjórðingarnar

5/11/2015

Comments

 
Picture
Tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár vóru gistingarnar í ferðavinnuni tilsamans 136.000. Tað eru stívliga 14.000 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Tað svarar til ein vøkstur á 12%.

Av vøkstrinum á 14.000 gistingum kemur størsti parturin, um 4.000, frá fólki búsitandi í Føroyum. Síðani um 2.600 frá fólki úr Danmark, um 2.000 frá fólki úr Bretlandi og 1.800 frá fólki úr Norðuramerika.

Ein gisting verður tald sum hvør einstøk nátt, ið ein persónur gistir á gistingarstaði, sum skrásetir og letur Hagstovuni upplýsingar um gistingar. Í hagtølunum eru eisini innskrivingar, t.e. tal av fólki, sum skriva seg inn í gistingarhús, íbúð og hús, kamping og ból og bita.

Tá talan er um innskrivingar av persónum, er tað ein vøkstur á umleið 7.800, frá  45.300 fyrstu tríggjar ársfjórðingar í fjør til 53.000 sama tíðarskeið í ár. Tað svarar til ein vøkstur á 17%.

​Lesa meira HER

JáH (y) 05.11.2015
Kelda: Hagstovan

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.