NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Einar’s Distillery við føroyskum bittara

12/6/2019

Comments

 
Billede
Ein nýggjur føroyskur bittari frá Einar’s Distillery er nú á marknaðinum og fæst til keyps í Rúsdrekkasølu Landsins.

Einar’s Bitter er føroysk framleiðsla, og sera nógv orka er løgd í at velja og samanseta allarbestu urtir og krydd fyri at fáa tann besta smakkin.

Føroyski bittarin er eitt úrslit av hørðum arbeiði á Einar´s distillery seinastu árini og at Disa Christiansen úr Nólsoy fyri nøkrum árum síðan gav distarillarínum gott innlit í føroysk plantusløg, sum nú eru nýtt í hesum bittarinum.

Einar’s Distillery er fyrsta føroyska góðkenda distillarí, og framleiðir bæði Einar’s Akvavitt, Einar’s Vodka og Einar’s Gin, Einar´s Cask og nú eisini Einar’s Bitter. Føroyskt whisky frá Einar’s Distillery er eisini í tunnum og búnast.

Einar’s Bitter er 38% og kann njótast til veitslur og hugnaligar løtur.

Comments

​Prísirnir fyri bátapláss í kommuni tillagaðir

8/6/2019

Comments

 
Billede
​Havna- vinnunevndin í Klaksvíkar kommunu hevur samtykt, at lækka í gjaldið á bátaplássum í kommununi, umframt at tað nú verður kravt, at eigarar av bátaplássum skulu stovna eina sjálvvirkandi gjaldsavtalu.

Í 2017 samtykti Havna- og Vinnunnevndin, eftir at prísirnir tá vóru tillagaðir, at endurskoða prísirnar eftir einum ári, og tað er sum liður av hesum arbeiði, at ymiskar tillagingar nú eru framdar.

Útrokningargrundarlagið er broytt
Nakrar av broytingunum eru m.a. ein umlegging til eina sjálvvirkandi gjaldsavtalu, soleiðis at gjaldið nú verður flutt mánaðarliga – virkandi frá seinnu hálvu í 2019. Harafturat verða broytingar gjørdar í sjálvari prísásetingini, soleiðis at gjaldið frameftir verður roknað út frá breiddini av bátinum, heldur enn breiddini av sjálvum bátaplássinum. Broytingin merkir eina lækking hjá flest øllum bátaeigarum, júst hvussu stór lækkingin verður, avhongur av einstøku bátastøddini.

Ein orsøk til broyingarnar er m.a. at Klaksvíkar havn er einasta havn í landinum, sum hevur brúkt breiddina á bátaplássinum og ikki breiddina á bátinum sum útrokningargrundarlag. Harafturat er ein ávís umsiting av at krevja gjaldið inn, samstundis sum tað kann tað lætta um hjá bátaeigarum, at gjaldið nú verður mánaðarligt í mun til hálvárligt.

Økið verður nú hægri raðfest
Tummas Lervig er formaður í Havna- og vinnunevndini, og hann fegnast um øktu raðfestingina av bátaplássunum.

– Vit søkja nú eftir einum umsitara til alt tað maritima økið í kommununi, og harvið fær økið hægri raðfesting, samstundis sum arbeitt verður við at leggja eina bátabrúgv út afturat (sunnast við bátabrúgvarnar), sigur Tummas Lervig, formaður í Havna- og vinnunevndini.

Hann leggur afturat, at nú summarið er í hondum ger Klaksvíkar kommuna nógv við at fríðka økið, soleiðis at hugnaligt verður hjá bátagestum, at vitja í Klaksvik í summar. Klaksvíkar kommuna hevur áleið 100 bátapláss í løtuni.

Kelda: klaksvík.fo

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.