NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

BankNordik góðan grundrakstur

30/4/2020

Comments

 
Billede
​Hóast úrslitið er ávirkað av koronakreppuni, vísir roknskapurin hjá BankNordik ein góðan grundrakstur í fyrsta ársfjórðingi. Úrslitið áðrenn niðurskrivingar er 46% hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Bankin er væl bjálvaður til at standa ímóti einum búskaparligum bakkasti.

Stór óvissa er um støðuna viðvíkjandi COVID-19, og ein stórur partur av føroyskum vinnulívi er raktur av avleiðingunum av korona-átøkunum. Almennu hjálparpakkarnir koma væl við, men kortini metir BankNordik tørv vera á miðvísari hjálparpakkum, um ávísum vinnum skal vera lív lagað eftir kreppuna. BankNordik hevur eisini sett í verk egin hjálpartiltøk til kundar, ið hava tørv á fíggjarligari hjálp til at koma ígjøgnum avbjóðingarnar, ið koronakreppan hevur við sær. Í tí sambandi hava bæði vinnufyritøkur og privat húsarhald tikið av møguleikanum at útseta lánsgjøld í upp til 6 mð. Bankin væntar at staðfesta tap í kjalarvørrinum á kreppuni og hevur í tí sambandi sett 25 mió. kr. av til niðurskrivingar.

“Hóast talan avgjørt er um eina álvarsama støðu fyri partar av føroyskum vinnulívi, og harvið fyri føroyska samfelagið, eru okkara kundar sum heild væl fyri fíggjarliga og tola eina búskaparliga niðurgongd í eitt tíðarskeið,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Fyrsti ársfjórðingur hjá BankNordik gav hall orsakað av teimum avleiðingum, ið
heimsfarsóttin hevur við sær. Bankin hevur seinastu tíðina framt ymiskar strategiskar tillagingar, ið hava bøtt um grundraksturin í fyrsta ársfjórðingi, og sum skulu slóða fyri betri úrslitum í komandi tíðum.

BankNordik er væl bjálvaður til at standa ímóti fíggjarligu avleiðingunum av
heilsukreppuni. Solvensurin hjá BankNordik er øktur úr 22,3% við árslok 2019 til 23,4% og er sostatt 14%-stig omanfyri lógarkravið. Bankin hevur sum heild ein varnan kredittpolitikk og leggur dent á at spjaða síni útlán á ymiskar vinnugreinar. Hetta gevur bankanum eitt gott grundarlag at klára tær avbjóðingar, ið eru fyri framman.

Roknskapurin í stuttum
- Úrslitið fyri skatt gjørdist -30 mió. kr. samanborið við 65 mió. kr. sama tíðarskeið í 2019
- Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 45 mió. kr. samanborið við 31 mió.
kr. sama tíðarskeið í 2019
- Niðurskrivingar á útlánum gjørdust netto -24 mió. kr. samanborið við afturførdar niðurskrivingar fyri 19 mió. kr. sama tíðarskeið í 2019
- Rakstrarúrslitið gjørdist 22 mió. kr. samanborið við 50 mió. kr. sama tíðarskeið
í 2019
- Bankin hevði 10 mia. kr. í útlánum, ið er óbroytt í mun til sama tíðarskeið í
2019
- Innlán bankans lækkaðu úr 14 mia. kr. sama tíðarskeið í 2019 til 12,9 mia. kr.
- Solvensurin hækkaði úr 19,2% sama tíðarskeið í 2019 til 23,4%
- Bankin væntar, at nettoúrslitið

BankNordik

Billede
Comments

Støð 3 á Sundi avhendað til SEV

9/4/2020

Comments

 
Billede
​31. mars bleiv nýggja Sundsverkið ”Støð 3” formliga latið SEV sløk 3 ár eftir, at fyrsta skotið bleiv latið av 24. mai 2017.

Verkætlanin er framd í einum partalagslíknandi samstarvi millum byggiharra saman við ráðgevum og arbeiðstakara. Articon hevur verið samskipandi arbeiðstakarin fyri allari verkætlanini, sum umfatar jørð- og lendisarbeiði, leiðingar í lendi, alt bygningsarbeiði, rørskipanir, el, hvs, ventilatión og málaraarbeiði. Í samstarvi við SEV hevur Articon skipað fyri útboðum av ymsum veitingum til skikkaðar arbeiðstakarar úr øllum landinum.

Samstarvið, ið hevur verið grundað á neyva leiðslu og stórt álit, hevur gingið sera væl til gangs fyri byggiharra, ráðgevar, arbeiðstakara og teir nógvu undirveitararnar, sum hava luttikið í verkætlanini. Ein orsøk til góða úrslitið er ivaleyst eitt vælskipað byggipláss, har rúm var fyri øllum luttakandi pørtunum, sum sótu tætt saman, soleiðis at tær avbjóðingar, ið altíð eru í tílíkum verkætlanum, blivu skjótt loystar. Allir partar hava sýnt stóra ábyrgdarkenslu, og tað hevur veruliga tænt verkætlanini og verið grundarlagið góða undir samstarvinum og góða úrslitinum.

Vit hava stóran part av tíðini arbeitt upp at verkætlanini hjá BWSC, sum hevur veitt motorarnar til nýggja verkið. Eisini hesin parturin hevur verið spennandi og mennandi fyri okkum, og vit halda, at hann hevur hepnast væl, og at hetta somuleiðis hevur gagnað samlaðu verkætlanini.

Vit eru sera glað fyri tað álit, okkum bleiv víst, at sleppa at standa á odda fyri hesi verkætlan, eins og vit eru sera takksom fyri tað góða samstarvið, vit hava havt við allar luttakandi partar.

Kelda: Atricon

SáH

Lýsing Grillin hjá Símun - Maverick
Billede
Billede
Comments

Hjálparpakki 2 skal styrkja vinnulívið

4/4/2020

Comments

 
Billede
Landsstýrið fer nú í Løgtingið við enn einum vinnuligum hjálparpakka.

Fleiri ítøkilig átøk eru í pakkanum. Høvuðsátøkini eru, at fyritøkur kunnu fáa fíggjarliga hjálp til rakstur, ein FAS-skipan verður stovnað fyri flogfeløg, ein serskipan verður stovnað fyri arbeiðandi fólkapensjónistar, og tollkredittur fyri innflutning verður útsettur.

– Fyri at sleppa undan hóphúsagangi, tryggja álit á búskapin og at halda samfelagshjólunum koyrandi, er neyðugt við fleiri tiltøkum, ið hjálpa fyritøkum at rinda fastar útreiðslur, og sum gera tað høgligari at reka vinnu undir truplu íkomnu umstøðunum, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

Endurgjaldsskipanin til fyritøkur inniber í høvuðsheitum, at endurgjald verður rindað fyritøkum, ið hava stórt fíggjarligt tapt, orsakað av teimum tiltøkum, ið eru sett í verk fyri at tálma coronasmittuni.

Í summum vinnugreinum er eftirspurningurin minkaður burtur í einki. Inntøkurnar hjá fyritøkunum er meira ella minni burtur, samstundis sum fastar útreiðslur skulu rindast, og tað kann í ringasta føri elva til, at nógvar fyritøkur fara á húsagang.

– Við hesum átøkunum vilja vit forða fyri, at heilsukreppan fær óneyðuga harðar og drúgvar avleiðingar fyri føroyska búskapinum, sigur landsstýrismaðurin.

Treytir verða settar
Endurgjaldsskipanin fevnir um allar føroyskar fyritøkur, sum í tíðarskeiðnum 31. mars til 30. juni 2020 hava í minsta lagi 50 prosent afturgongd í søluni sammett við sama tíðarskeið í fjør. Fiskiskapur, aling, fiskavirkir o.l. eru ikki fevnd av skipanini.

Treytir fyri at fáa endurgjald eru m.a., at fyritøkurnar skulu ikki rinda út vinningsbýti næstu trý árini, og at samsýning til stjóra og leiðslulimir ikki er meira enn 600.000 kr. í ár.

Les meira um treytir o.a. í endurgjaldsskipanini her. Skipanin verður í gildi frá 1. apríl 2020 til 30. juni 2020.

Eisini verður ein FAS-skipan fyri flogfeløg stovnað. Flogvinnan er undir stórum trýsti, og tað er neyðugt at tryggja føroyskari flogvinnu kappingarførar karmar, tá ið hon aftur fer at taka dik á seg.

Hetta er næsti hjálparpakkin í røðini. Hjálparpakki 1 varð einmælt samtyktur í løgtinginum tann 18. mars, og hann innibar endurrindan av løn undir sjúku, ískoyti til niðursetta arbeiðstíð, tiltøk at betra um likviditetin hjá fyritøkum, og garantiskipan fyri rakstrarfígging til fyritøkur.

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið

Billede
Comments

Ein vinarlig áheitan frá Útoyggjafelagnum

3/4/2020

Comments

 
Billede
Nú nærkast páskirnar, og Covid-19 ger framvegis um seg. Tí vilja vit, sum umboða útoyggjarnar, heita á øll, sum ikki eru útoyggjafólk, um at hugsa seg væl um, áðrenn tit fara á útoyggjarnar í hesum døgum.

Útoyggjarnar eru sárbar smásamfeløg, og tað er er ein stór avbjóðing, um Corona fer at gera um seg.

Takk fyri, tit útoyggjafólk, sum eru farin í sjálvbodna karantenu, áðrenn tit koma út higar.

Einar gleðiligar páskir til øll føroyafólk.

Útoyggjafelagið

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.